Sjálvgreiðslan
P/F SMS
Lagt út: 06.08.19
Umsóknarfreist: 24.08.19

Bakaralærlingar til Mylnuna

Dámar tær at baka og at fáa tíðliga frí? So er hetta útbúgvingin fyri teg! 

Sum bakaralærlingur lærir tú at gera alskins sløg av breyði, køkum og wienarbreyði. Tú sleppur at arbeiða við hondunum og fært samstundis holla vitan um tað at framleiða breyð, gera deiggj, køkur o.a. 

Útbúgvingin tekur 4 ár, og tú fært lærlingaløn sambært handverkarafelag fyri lærlingar. 

Sum bakaralærlingur hjá Mylnuni verður tú knýttur at UCH skúlanum í Holsterbro. Tú skalt sostatt til Danmarkar í skúla 5 ferð í lærlingatíðarskeiðnum og fær uppihaldið goldið. 

Sum bakari hevur tú ein arbeiðsdag, har tú møtir tíðliga og fært tíðliga fríð.

Hevur hetta tín áhugað, og hevur tú lokið fólkaskúlan? So er at senda umsókn til Eirik, bakarameistara, skjótast gjørligt á eim@mylnan.fo. Hevur tú fleiri spurningar kanst tú ringja til Eirik á 214456.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.