Sjálvgreiðslan
Skriva út
Elektron
Lagt út: 07.09.21
Umsóknarfreist: 25.09.21

Avloysari til Service Desk

Ert tú ógemeina tænastusinnað/ur? Hevur tú áhuga fyri KT? Hevur tú tíð at átaka tær eitt avloysarastarv við skiftandi arbeiðstíðum? So er tað kanska júst tær, vit hava brúk fyri í okkara Service Desk toymi.

Í starvinum fert tú at avgreiða umsóknir, og at samskifta við okkara kundar bæði gjøgnum telefon og teldupost. Tað hevur týdning, at tú tímir væl at arbeiða við kundatænastu. Arbeiðstíðin er fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð og viðhvørt um kvøldið.

Vit vænta av tær:

  1. At tú ert fryntlig/ur og fyrikomandi.
  2. At tú hevur gott hegni til KT.
  3. At tú megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn.
  4. At tú dugir væl føroyskt, bæði í skrift og talu.

Tað er krav til starvið, at tú hevur reina revsiváttan.

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, ella ein tú kennir?

Send okkum teldupost við umsókn og lívrensli til hr@elektron.fo. Samrøður verða hildnar so hvørt, til rætti persónurin er funnin.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna