Sjálvgreiðslan
Skriva út
Auto Taxi
Lagt út: 07.06.21
Umsóknarfreist: 24.06.21

Auto søkir avloysarar

Hýruvognsstøðin Auto hevur brúk fyri fleiri bilførarum, tí virksemi felagsins er vaksandi.

Støðin hevur 33 hýruvognar og stundum er so nógv at gera, at vit hava tørv á fleiri bilførarum, so at bilarnir kunnu koyra nógv. Tí verður søkt eftir avloysarum at koyra um dagarnar, kvøldarnar og um vikuskiftið, tá nógv er at gera.

Er tú álítandi, ordilig/ur og tænastusinnað/ur, hevur reina revsiváttan og m.a. ikki er bangin fyri at arbeiða skeivar tíðir, so send okkum nakrar reglur um teg og tína lívsleið á: auto@auto.fo og viðmerk: umsókn, avloysari.

Ert tú tann rætti avloysarin, so seta vit okkum í samband við teg og finna eina loysn í felag.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna