Sjálvgreiðslan
Skriva út
IRF
Lagt út: 09.06.21
Umsóknarfreist: 22.06.21

Arbeiðsfólk til Endurnýtsluna hjá IRF á Gjánoyri

Vit søkja eftir einum arbeiðsfólki til Endurnýtsluna hjá IRF á Gjánoyri.

Uppgávurnar hjá Endurnýtsluni á Gjánoyri eru móttøka, skiljing, lossing og avskiping av endurnýtslutilfari. Vit leggja stóran dent á, at økið sær reint og ruddiligt út. Arbeiðið verður skipað í samstarvi við formannin á plássinum.

Vit vænta, at tú:

  • hevur royndir við at koyra størri maskinur, so sum gravimaskinur og trukkar
  • ert von/vanur við viðlíkahald av maskinum
  • ert røkin og væl skipað/ur í tínum arbeiði
  • ert før/ur fyri at seta teg inn í nýggjar telduskipanir
  • ert tænastusinnað/ur
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt starv, har tú verður partur av eini stórari fyritøku, sum hevur virksemi kring allar Føroyar. Í fjør tóku vit ímóti og viðgjørdu 41.000 tons  av burturkasti. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Løn- og setanarviðurskiftir
Talan er um eitt fulltíðarstarv, og arbeiðsstaðurin er á Gjánoyri. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum sum skjótast.

Umsókn og freist
Umsókn, lívsrensl og møgulig ummæli skulu sendast til starv@irf.fo í seinasta lagi týsdagin 22. juni kl. 12.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til deildarleiðaran, Andrias Joensen, á tlf. 23 42 14 ella formannin á Gjánoyri, Jógvan Mørkøre á tlf. 234248.

Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna