Sjálvgreiðslan
Skriva út
Klaksvíkar Kommuna
Lagt út: 11.02.20
Umsóknarfreist: 25.02.20

Arbeiðsfólk til Býfríðkanartoymið hjá klaksvíkar Kommunu


Klaksvíkar kommuna søkir eftir gartnara ella arbeiðsfólki til býarfríðkan at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur
Dagligu arbeiðsuppgávurnar eru, saman við býargartnaranum, at umsita kommunalu blómugarðarnar og framhaldandi at fríðka um í kommununi. Millum grønu økini teljast eitt nú viðarlundirnar úti í Grøv og í Mikladali, umframt Vágsbøur, Akursmørk og gamli kirkjugarðurin í Vágstúni. Harumframt tekur býargartnarin sær av gosvøtnum, bonkum og býarhegninum í kommununi.

Førleikakrøv
Í starvinum verður dentur dentur lagdur á, at tú ert fyrikomandi og arbeiðsom/ur og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt. Umsøkjarin skal hava koyrikort til bil, og tað kann vera ein fyrimunur um umsøkjarin hevur prógv sum gartnari ella líknandi prógv.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt eftir sáttmála millum KAF og Arbeiðarafeløgini ella handverkarafeløgini. Tann, ið verður settur, skal kunna tola møguligar broytingar í starvinum.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast sum teldupostur til fridkan@klaksvik.fo. Til ber eisini at senda umsóknina sum vanligt bræv til: Klaksvíkar kommuna, Postsmoga 2, 710 Klaksvík. Mrk. Arbeiðsfólk til býarfríðkan.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Hans Hjalta Skaale, býargartnara, á tel. 222648. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 25. februar kl. 12.00

https://www.klaksvik.fo/news/4367/arbeidsfolk-til-byrfridkanartoymid-hja-klaksvikar-kommunu

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.