Sjálvgreiðslan
Skriva út
Apoteksverkið
Lagt út: 10.02.20
Umsóknarfreist: 16.03.20

2 farmakonomnæmingar til Tjaldurs Apotek, 1 til Suðuroyar Apotek og 1 til Norðoya Apotek

Kundi tú hugsað tær eina fjølbroytta og læruríka útbúgving við serkunnleika innan ráðgeving og handfaring av heilivági?

So eru tvey lærupláss sum farmakonomur leys at søkja á Tjaldurs Apoteki, eitt lærupláss á Suðuroyar Apoteki og eitt á Norðoya Apoteki.

Farmakonomútbúgvingin tekur 3 ár og skiftir millum arbeiði á apotekinum og skúla á skeiðsdeplinum, Pharmakon, í Hillerød. Útbúgvingin telur 180 ECTS. Les meira á farmakonomuddannelsen.dk.

Útbúgvingin er fjøltáttað. Tú lærir m.a. um kroppin, heilivág, lóggávu, góðskustýring, samskifti og marknaðarføring.

Sum farmakonomnæmingur á apotekinum kemur tú at ráðgeva og leiðbeina viðskiftafólkum í samband við útflýggjan av heilivági og apoteksvørum. Harafturat kemur tú at veita tænastur til læknar, tannlæknar, djóralæknar, sjúkrahús, røktarheim og bústovnar.

Á apotekinum er okkara aðalmál altíð at veita bestu tænastuna. Stórur dentur verður lagdur á dagførda kunning og samskifti við viðskiftafólk. Hetta krevur, at tú sum útbúgvin farmakonomur støðugt verður førleikamentur.

Til farmakonomútbúgvingina krevst at tú:
• ert røkin, væl skipað/ur og góðskutilvitað/ur
• dámar nýggjar avbjóðingar
• ert búgvin og tekur ábyrgd
• hevur góð evni at samskifta bæði á føroyskum og donskum í skrift og talu
• brennir fyri at veita góða tænastu og hevur áhuga í sølu
• hevur góð samstarvsevni
• hevur miðnámsprógv ella prógv sum heilsurøktari
• ert væl fyri í kunningartøkni

Ynskið er, at tú byrjar sum hjálparfólk áðrenn summarfrítíðina. Lærutíðin byrjar 1. september 2020.

Eru spurningar um størvini á Tjaldurs Apoteki, ert tú vælkomin at skriva til Kristinu Ejdesgaard, deildarleiðara, á teldupostadressu kristina.ejdesgaard@apotek.fo ella ringja á tlf. 341100.

Eru spurningar um starvið á Suðuroyar Apoteki, ert tú vælkomin at skriva til Fríða Jensen, apotekara, á teldupostadressu fridi.jensen@apotek.fo ella ringja á tlf. 360300.

Eru spurningar um starvið á Norðoya Apoteki, ert tú vælkomin at skriva til Nannu Knudsen, apotekara, á teldupostadressu nanna@apotek.fo ella ring á tlf. 472501.

Umsókn saman við viðkomandi prógvi og cv skal sendast til input@input.fo íseinasta lagi mánadagin
16. mars 2020. Skriva “Farmakonomnæmingur á Tjaldurs Apoteki”, ”Farmakonomnæmingur á Suðuroyar Apoteki” ella ”Farmakonomnæmingur á Norðoya Apoteki” í yvirskriftina.

Sí nærri um Apoteksverkið á www.apotek.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.