Sjálvgreiðslan
Skriva út
Glasir
Lagt út: 26.03.21
Umsóknarfreist: 25.04.21

UNDIRVÍS Á GLASI: STØRV Á GYMNASIALUM MIÐNÁMI OG YRKISNÁMI LEYS AT SØKJA

GLASIR ER FØROYA STØRSTI UNDIRVÍSINGARSTOVNUR VIÐ YVIR 1.500 NÆMINGUM, LÆRLINGUM OG LESANDI OG 250 STARVSFÓLKUM. TIL SKÚLAÁRIÐ 2021/2022 SØKJA VIT NÚ – VIÐ FYRIVARNI FYRI VIRKSEMI OG JÁTTAN - EFTIR UNDIRVÍSARUM TIL BÆÐI GYMNASIALT MIÐNÁM OG YRKISRÆTTAÐ NÁM.

Størv, vikariat ella tímar í yvir 30 ymsum lærugreinum eru nú leys at søkja á Glasi.

Á gymnasialum miðnámi og yrkisnámi eru lærugreinarnar hesar:

 

ALISFRØÐI / ALTJÓÐA BÚSKAPUR / BIL / DANSKT / DEKORATIÓN / EL / ENSKT / FORNALDARFRØÐI / FOTOGRAFI / FØROYSKT / HÁR / HEIMSPEKI / KLÆDNAATSTØÐI / KUNNINGARTØKNI / INNOVATIÓN / ÍTRÓTTUR / LANDAFRØÐI / LÍVFRØÐI / MIÐLAKUNNLEIKI / MYNDLIST / PLÁTU- OG KONSTRUKTIÓNSSMÍÐ / RELIGIÓN / SAMFELAGSFRØÐI / SÁLARFRØÐI / SØGA / STØDDFRØÐI / SØLUBÚSKAPUR / TILVIRKISATSTØÐI / VINNURÆTTUR / VIRKISBÚSKAPUR

Størvini kunnu verða sett sum føst størv, ársvikariat ella tímalærarastørv. Niðanfyri kanst tú lesa meira um førleikakrøv, setanarviðurskifti, umsóknarfreist og hvussu tú kanst fáa meira at vita um størvini. 

FØRLEIKAR
Sum undirvísari á gymnasialum miðnámi skalt tú hava akademiskt kandidatprógv, master ella aðra hægri útbúgving, sum gevur førleikar at undirvísa í einari ella fleiri lærugreinum á miðnámsstigi. Sum undirvísari á yrkisnámi skalt tú hava sveinabræv innan økið og/ella aðrar viðkomandi útbúgvingar og royndir. Í ávísum førum kann hægri útbúgving verða ein fyrimunur.

Tú skalt eisini hava góðar telduførleikar og duga at arbeiða við kunningartøkni.

UMSØKJARAR
Vit sóknast eftir dugnaligum lærarum, sum kunnu kveikja áhugan hjá næmingunum at læra. Vit hugsa um undirvísaratoymið sum eina heild og ynskja, at tínir eginleikar og førleikar hugvekja og ríka samstarvið við starvsfelagarnar. Sum lærari á Glasi hevur tú ein virknan lut í menningini av stovninum, lærugreinunum og útbúgvingunum.

Tá mett verður um umsóknirnar verður hugt at:

  • formligum førleikum innan fakøki, námsfrøði og didaktikk
  • persónligum eginleikum og førleikum
  • breiddini av undirvísingarførleikum og starvsroyndum
  • útbúgvingarbakgrund og -samanseting

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini á gymnasialum miðnámi verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám (YF) og Fíggjarmálaráðið.

Størvini á yrkisnámi verða sett sambært sáttmála millum Føroya Tekniska Lærarafelag (FTL) og Fíggjarmálaráðið.

SOLEIÐIS SØKIR TÚ
Umsóknir skulu skrivast í talgilda umsóknarskjalið á starv.glasir.fo í seinasta lagi 25. apríl 2021. Hevur tú spurningar ber til at seta teg í samband við ein av deildarleiðarunum við at senda teldupost til deildarleidarar@glasir.fo.

FREISTIN AT SØKJA ER 25. APRÍL 2021

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna