- Øll Størv (96)
- Byggivirksemi (0)
- Fiskavøruídnaður (4)
- Fiskiskapur (0)
- Flutningur (3)
- Flutningur sjóvegis (0)
- Fyrisiting og tænastur (18)
- Gistihús og matstovur (8)
- Handil og umvæling (6)
- Heilsu- og almannaverk (44)
- Kunningartøkni (3)
- Skipasmiður og smiður (4)
- Undirvísing (2)
- Vinnuligar tænastur (4)

Taliráðgevi til Sernám
Søkt verður eftir einum taliráðgeva til barsilsfarloyvissstarv 30 tímar at byrja 1. apríl 2020 ella skjótast eftir tað.
Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið, og hetta starvið er í løtuni knýtt til toymi, sum hevur Tórshavn, Norðstreymoy og Vágar.
Høvuðsuppgávan í starvinum eru:
- At veita ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk og foreldur
- At kanna og viðgera børn við talitrupulleikum í og undir skúlaaldur
- At skipa fyri fyribyrgjandi tiltøkum innan talu og málmenning
- At menna sernámsfrøðiliga virksemið í dagstovnum og skúlum
Arbeiðsøkið er stórt og fjølbroytt við nógvum samskifti við starvsfólk, leiðslur, avvarðandi og aðrar viðkomandi stovnar, og tí vænta vit, at umsøkjari:
- Hevur førleika at arbeiða við sernámsfrøðiligum avbjóðingum
- Hevur áhuga fyri avbjóðingum, og er fúsur at royna nýggjar leiðir
- Dugir væl at skapa álit
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt, og hevur góð samstarvsevni
- Trívist við at samstarva við skiftandi fakbólkar
Vit bjóða:
- Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
- Eitt fakligt/tvørfakligt og sernámsfrøðiligt mennandi umhvørvi
- Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi
Førleikakrøv:
Útbúgving sum audiologopedur, lærari ella námsfrøðingur við eftirútbúgving innan logopedi ella samsvarandi.
Setanartreytir til starvið:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella í teldubrævi til margreth@sernam.fo.
Umsóknarfreist:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 9. mars 2021 og skulu sendast til:
Sernám
á Frælsinum
Postboks 2036
FO-110 Tórshavn
ella sum teldubræv til sernam@sernam.fo
Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving og vegleiðing, soleiðis at børn og ung (0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.
Í løtuni er Sernám í eini broytingartilgongd, og tann, ið settur verður, má vera sinnaður at luttaka virkin í hesi tilgongd umframt tola broytingar í starvinum.