Sjálvgreiðslan
Skriva út
Skúlin í Eysturkommunu
Lagt út: 16.01.20
Umsóknarfreist:

Stuðulsstarv í Skúlanum í Eysturkommunu

Námsfrøðiligt stuðulsstarv lýst leyst at søkja frá 7. februar 2020 ella eftir nærri avtalu.

Søkt verður eftir:

  • 1 námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv frá 7. februar ella sum skjótast og skúlaárið 2019-2020 út, við setanarbroti 0,53.

Stuðulin verður knýttur at næmingi við serligum tørvi í miðdeildini, sum er í Gøtu. Skúlanum tørvar ein stuðul, ið eru arbeiðshugaður, nærlagdur, samstarvshugaður, tekur ábyrgd og sær møguleikar.

Tann, ið settur verður í stuðulsstarvið, skal hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum stuðul. Um eingin námsfrøðingur søkir, verður starvið skipað sum hjálparfólkastarv. Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðinum. Arbeiðstíðin er fyrrapart á degi, og til næmingurin fær frí, umframt fundir o.a., sum kunnu liggja seinni á degnum.

Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingur verður løntur í lønarflokki 11-21 (frá 11-22 frá 1. oktober í 2019). Hjálparfólk verður lønt í lønarflokki 3-8 (frá 3-9 frá 1. oktober í 2019).

Umsóknir:
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til sey@skulin.fo.

Umsóknarfreist: 30. januar 2020 kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Atla F. Johansen, skúlastjóra, á telefon 730070.

Skúlin í Eysturkommunu er: í Leirvík: innskúling, 0. – 3. flokkur, og í Gøtu: miðdeild, 4. – 7. flokkur. Skúlin hevur eisini serdeild.
Í skúlanum eru áleið 234 næmingar, 24 lærarar, 2 námsfrøðingar og 4 námsfrøðiligir stuðlar.
Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skeyk.fo

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.