Sjálvgreiðslan
Skriva út
Lagt út: 12.05.20
Umsóknarfreist: 27.05.20

Søkt verður eftir lærarum til Skúlan í Eysturkommunu skúlaárið 2020/2021

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2020:

  • 1 tíðaravmarkað lærarastarv skúlaárið 2020/2021, vegna niðursetta tíð og forskúla
  • 1 tíðaravmarkað lærarastarv, vegna lærara í farloyvi. Longdin á farloyvinum er ikki ásett
  • 2 tíðaravmarkað lærarastørv skúlaárið 2020/2021, vegna niðursetta tíð og avlopstímar. Eitt við setanarbroti 0,7 og eitt við setanarbroti 0,8. Endaligt tímatal verður ásett eftir 1. september

Søkt verður eftir lærarum, sum

  • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • duga at samstarva og eru fyrikomandi
  • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum

Vit vænta, at tú

  • ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur
  • ert stundislig/ur og nærlagd/ur
  • ert virkisfús/ur og hugað/ur fyri toymissamstarvi
  • vilt vera við til at menna eftirmetingar
  • hevur góðan KT-førleika
  • kanst virka sum flokslærari
  • hevur kunnleika innan sernámsfrøði
  • í samstarvi við leiðsluna og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan

Harumframt skulu lærararnir hava førleika at undirvísa í nøkrum av hesum lærugreinum: føroyskum, donskum, náttúrulærugreinum, støddfrøði, tónleiki og ítrótti/svimjing.      Okkum tørvar lærarar, ið kunnu undirvísa bæði í innskúling og miðdeild.

Førleikakrøv

  • Læraraútbúgving og linjulestur í onkrari av nevndu lærugreinum
  • Royndir í føroyska fólkaskúlanum
  • Læraralesandi, sum taka prógv í summar, kunnu eisini søkja størvini

Lønar- og setanartreytir:

Lærararnir verða løntir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 og verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsóknir

Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til sey@skulin.fo

 

Umsóknarfreist: 27. mai 2020 kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Atli F. Johansen, skúlastjóra á telefon 730070.

Skúlin í Eysturkommunu er: í Leirvík: innskúling, 0. – 3. flokkur, og í Gøtu: miðdeild, 4. – 7. flokkur. Skúlin hevur eisini serdeild. Í skúlanum eru áleið 240 næmingar við forskúla. 23 lærarar, 2 námsfrøðingar og 4 námsfrøðiligir stuðlar.

Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skeyk.fo.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.