Sjálvgreiðslan
Skriva út
Fróðskaparsetur Føroya
Lagt út: 08.10.21
Umsóknarfreist: 21.10.21

Námslektarastørv í sjúkrarøktarfrøði

Á fyrsta sinni fer Fróðskaparsetur Føroya nú at taka nýggj lesandi upp til útbúgvingina sum sjúkrarøktarfrøðingur tvær ferðir árliga, soleiðis at nýggj lesandi fara undir lestur bæði í januar og í august. Við hesum næstan tvífaldar Setrið upptøkuna av sjúkrarøktarfrøðiliesandi, og tí søkja vit nú eftir starvsfólki.

Trý námslektarastørv í sjúkrarøktarfrøði eru leys at søkja á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi (DHS) frá 1. desember 2021.

Starvsøki
Arbeiðið hjá námslektarunum fevnir um undirvísing í sjúkrarøktarfrøði, vegleiðing í sambandi við uppgávuskriving og verkætlanir, harumframt ástøðiliga vegleiðing og próvtøkur hjá lesandi, ið eru í kliniskari starvsvenjing. Námslektararnir eru harafturat við til at skipa og menna undirvísingina til sjúkrarøktarfrøðing. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við útbúgvingarleiðararnar, undirvísararnar á útbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði, starvsfólk á DHS og aðrar samstarvspartar sum t.d. á tí kliniska økinum.

Førleikar
Umsøkjararnir skulu vera sjúkrarøktarfrøðingar við kliniskum royndum í sjúkrarøkt í minsta lagi trý ár og hava hægri útbúgving á master-stigi. Umsøkjarar skulu kunna samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur:

  • kunnleika til útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing á DHS
  • royndir við at undirvísa
  • granskingarroyndir og fatan av granskingargrundreglum
  • góð samskiftis- og samstarvsevni

Størvini sum námslektarar eru fulltíðar undirvísingarstørv. Námslektararnir skulu hava góðan fakligan førleika, vísindaligan førleika, umframt góðan námsfrøðiligan førleika. Við tað, at sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin - umframt ástøðiliga fakøkið - eisini hevur klinisk fakøki, eru kliniskar royndir og innlit í føroyska Heilsu- og almannaverkið, heilsu- og fyribyrgingarstovnar undir landinum og Kommunufelagnum ein fyrimunur. Námslektarar hava vanliga ikki granskingarskyldu, men kunnu frá dekani fáa tillutað granskingartíð. Tó eru granskingarroyndir og fatan av granskingargrundreglum av týdningi.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, arbeiðsroyndir, royndir á kliniska økinum í sjúkrarøktarfrøði við undirvísing og gransking, umframt samskipan í heilsuverkinum.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til umsokn(at)setur.fo.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi fakfelag.

Freist
Umsóknarfreist er tann 21. oktober 2021

Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til varadekanin May-Britt Skoradal, maybritts(at)setur.fo , tlf. 292253, ella til Magna Mohr, dekan, magnim(at)setur.fo, tlf. 292270.

Um deildina
Á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi verður undirvíst og granskað í sjúkrarøktarfrøði og heilsuvísindum í breiðari merking. Skipað verður eisini fyri serstøkum skeiðum á bachelor-, master- og ph.d.-stigi.

Endamálið við útbúgvingini til sjúkrarøktarfrøðing er at geva teimum lesandi førleika til at kunna virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingar og vera við í tvørfakligum samstarvi. Útbúgvingin skal, í samsvari við ta samfelagsligu, vísindaligu og tøkniligu menningina og tørvin á sjúkrarøkt, geva teimum lesandi førleika í ástøðiligum og kliniskum sjúkrarøktarkunnskapi.

Bachelorútbúgvingin í  sjúkrarøktarfrøði fatar um ástøðiliga undirvísing á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, og kliniska undirvísing á ymiskum økjum innan primera- og sekundera økið í heilsu- og almannageiranum.

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum

Á Fróðskaparsetri Føroya menna vit eitt gott, opið og fevnandi arbeiðsumhvørvi, har øll hava somu rættindi og somu virðing, har ymiskleiki verður virdur, og øll hava javnbjóðis møguleikar.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna