Sjálvgreiðslan
Skriva út
Fróðskaparsetur Føroya
Lagt út: 09.09.21
Umsóknarfreist: 24.09.21

Námslektarastarv í sjúkrarøktarfrøði

Eitt námslektarastarv í sjúkrarøktarfrøði er leyst at søkja á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi (DHS) á Fróðskaparsetri Føroya. Starvið er eitt avloysarastarv og verður sett frá  1. november 2021 til 30. juni 2022.

Starvsøki
Arbeiðið hjá námslektaranum fevnir um undirvísing í sjúkrarøktarfrøði, vegleiðing í sambandi við uppgávuskriving og verkætlanir, harumframt ástøðiliga vegleiðing og próvtøkur hjá lesandi, ið eru í kliniskari starvsvenjing. Námslektarin er harafturat við til at skipa og menna undirvísingina til sjúkrarøktarfrøðing. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við útbúgvingarleiðararnar, undirvísararnar á útbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði, starvsfólk á DHS og aðrar samstarvspartar sum t.d. á tí kliniska økinum.

Førleikar
Umsøkjarin skal vera sjúkrarøktarfrøðingur við kliniskum royndum í sjúkrarøkt í minsta lagi trý ár og hava hægri útbúgving á master-stigi (120 ECTS). Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur:

  • kunnleika til útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing á DHS
  • royndir við at undirvísa
  • granskingarroyndir og fatan av granskingargrundreglum
  • góð samskiftis- og samstarvsevni

Starvið sum námslektari er fulltíðar undirvísingarstarv. Námslektarin skal hava góðan fakligan førleika, vísindaligan førleika, umframt góðan námsfrøðiligan førleika. Við tað, at sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin umframt ástøðiliga fakøkið eisini hevur klinisk fakøki, eru kliniskar royndir og innlit í føroyska Heilsu- og almannaverkið, heilsu- og fyribyrgingarstovnar undir landinum og Kommunufelagnum ein fyrimunur. Námslektari hevur vanliga ikki granskingarskyldu, men kann frá dekani fáa tillutað granskingartíð. Tó eru granskingarroyndir og fatan av granskingargrundreglum av týdningi.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, arbeiðsroyndir, royndir á kliniska økinum í sjúkrarøktarfrøði við undirvísing og gransking, umframt samskipan í heilsuverkinum.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til umsokn(at)setur.fo.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi fakfelag.

Freist
Umsóknarfreist er 24. september 2021.

Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til varadekanin May-Britt Skoradal, maybritts(at)setur.fo , tlf. 292253, ella til Magna Mohr, dekan, magnim(at)setur.fo, tlf. 292270.

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo

Stutt um setrið
Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum.

Á Fróðskaparsetri Føroya menna vit eitt gott, opið og fevnandi arbeiðsumhvørvi, har øll hava somu rættindi og somu virðing, har ymiskleiki verður virdur, og øll hava javnbjóðis møguleikar.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna