Sjálvgreiðslan
Skriva út
Havnar Bóltfelag
Lagt út: 26.09.19
Umsóknarfreist: 15.10.19

Høvuðsungdómsvenjari til HB

Havnar Bóltfelag søkir eftir høvuðsungdómsvenjara fyri allan ungdómin í felagnum.

Sum høvuðsungdómsvenjari kemur tú at hava ábyrgd av yvirskipaðu tilrættarleggingini av venjingunum hjá ungdóminum.

Arbeiðið er sjálvstøðugt, men tú verður væl stuðlað/-ur av Ungdómsnevndini og felagnum.

Vit ynskja ein høvuðsungdómsvenjara, sum

  • hevur hóskandi venjaraútbúgving, minimum B-lisens
  • dugir at vegleiða venjararnar í toyminum rundan um ungdómin
  • er væl skipað/-ur
  • bæði sær breiddina og einstaka leikaran
  • dugir at skapa samanhang upp gjøgnum árgangirnar
  • hevur góð samstarvsevnir, bæði tá talan er um leikarar, avvarðandi teirra og venjararnar í toyminum

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur aðra viðkomandi útbúgving og royndir við ungdómsarbeiði.

Vit bjóða tær eitt spennandi starv í Havnar Bóltfelagi, sum er eitt stórt og vælvirkandi fótbóltsfelag, ið samlar alla sína orku um ítróttargreinina fótbólt. Útvið hálvthundrað lið luttaka í kappingunum fyri HB, sum er størsta fótbóltsfelag í landinum.

Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og treytir sambært avtalu. Freist at søkja starvið sum høvuðsungdómsvenjari er 15.okt 2019

Ert tú áhugað/-ur í starvinum, kann umsókn við prógvum og viðmælum sendast til gisli@hb.fo

Hevur tú spurningar í samband við starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gisla Sveinbjørnsson, formann í Ungdómsnevndini, á tlf 234747 ella á gisli@hb.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.