Sjálvgreiðslan
Skriva út
Fróðskaparsetur Føroya
Lagt út: 29.04.21
Umsóknarfreist: 17.05.21

Fróðskaparsetrið søkir eftir námslektarum til lærara- og námsfrøðingaútbúgvingina í hesum linjufakunum:

Læraraútbúgvingin

  • Kristnikunnleiki og átrúnaður. Starvið er tíðaravmarkað fulltíðarstarv frá 15. august 2021 til 31. mars 2022.
  • Náttúra og tøkni. Starvið er tíðaravmarkað fulltíðarstarv frá 15. august 2021 til 31. mars 2022.

Námsfrøðingaútbúgvingin

  • Námsfrøðilig leiðsla við denti á námsfrøðingayrkið. Starvið er tíðaravmarkað fulltíðarstarv frá 15. august 2021 til 31. januar 2022.

Um deildina
Deildin hevur sum høvuðssetning at veita læraraútbúgving og útbúgving til námsfrøðingar (til dagstovnaøkið, forskúla og til børn og vaksin við serligum tørvi), og somuleiðis at geva íkast til aðrar liðir í undirvísingarøkinum.

Deildin, sum hevur nøkur og 30 starvsfólk og 350 lesandi, er undir leiðslu av einum deildarleiðslutoymi, sum er dekanurin, tveir varadekanar (sum eisini eru útbúgvingarleiðarar) og ein deildargranskingarleiðari.

Starvsøkið
Størvini eru undirvísingarstørv við atknýttum uppgávum og samstørvum.  

Førleikar
Størvini verða sett sum námslektarastørv sambært Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya.

Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava hóskandi kandidat- ella masterútbúgving í viðkomandi fakøki.

Dentur verður lagdur á, at umsøkjari hevur góðan førleika at undirvísa og miðla, hevur góð samstarvsevni, er virkisfús/ur og hugaður at arbeiða í toymi.

Undirvísingarroyndir á hægri stigi telja til fyrimuns. Somuleiðis hava umsøkjarar, ið hava førleika at  undirvísa í atknýttum og/ella líknandi fakøkjum, ein fyrimun.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðs­royndir umframt lýsing av viðkomandi áhugamálum og framtíðarætlanum.

Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmæli og eftirmetingum um tær eru til taks.

Eisini kann yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og í mesta lagi 5 tey bestu vísinda­avrik umsøkjarans kunnu leggjast við umsóknini.

Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt til umsokn@setur.fo

Løn- og setanartreytir
Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya

Freist
Umsóknar­freist er 17. mai 2021.

Nærri kunning
Fleiri upplýsingar um størvini á læraraútbúgvingini fáast hjá Hans Harryson, hansh@setur.fo, útbúgvingarleiðara, á námsfrøðingaútbúgvingini hjá Anniku Antoniussen, annikaa@setur.fo, útbúgvingarleiðara, ella Erlu Olsen, erlao@setur.fo, dekani á Námsvísindadeildini.

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum

Á Fróðskaparsetri Føroya menna vit eitt gott, opið og fevnandi arbeiðsumhvørvi, har øll hava somu rættindi og somu virðing, har ymiskleiki verður virdur, og øll hava javnbjóðis møguleikar.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna