Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tekniski Skúli í Klaksvík
Lagt út: 16.06.20
Umsóknarfreist: 18.07.20

Avloysari fyri lærara á Matvørudeildini

Deildin sóknast eftir einum tímalærara í kost- og føðsluyrkinum í tíðaravmarkaðum starvi frá 17.august  – 22.januar 2021.

Førleiki
Útbúgving sum kost-og føðsluatstøðari, royndur KT-brúkari og førleika og góð evni til samstarv og undirvísing. Undirvísingarførleikin er ásettur í  kunngerð nr. 25 frá 6. mars 2001 um undirvísingarførleika á yrkisskúlum.

Starvið
umfatar undirvísing av næmingum í matvøruyrkinum, tvørfakligt samstarv og luttøku í toymisarbeiði.

Setanartreytir
eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag. Starvið er umleið 67% av einum fulltiðarstarvið.

Umsókn
skal sendast skúlastjóranum á teldupost adressuna runih@tsk.fo, í seinasta lagi 18. Juli 2020.

Tímalærarin skal eftir ætlan byrja í starvinum 17. august. Hevur umsøkjarin ikki námsfrøðiligan førleika, skal viðkomandi á námsfrøðiligt innleiðsluskeið í døgunum 4. -6.august, báðir dagar íroknaðir.

Eru spurningar um starvið, ber til at skriva ella ringja Magnus Norðberg, deildarleiðara, ella Rúna Heinesen, skúlastjóri á telefon nr. 456311 í seinasta lagi 26.juni.

Tekniski Skúlin í Klaksvík

www.tsk.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.