Sjálvgreiðslan
Skriva út
Studni
Lagt út: 22.04.21
Umsóknarfreist: 17.05.21

Avloysarastarv sum útbúgvingarvegleiðari leyst at søkja

Eitt starv sum útbúgvingarvegleiðari er leyst at søkja. Talan er um avloysarastarv frá 1. juli 2021 til 1. august 2022.

Vit sóknast eftir einum útbúgvingarvegleiðara at veita yvirskipaða vegleiðing og kunna um útbúgvingarmøguleikar og lestrarstuðul bæði í Føroyum og uttanlands.

Starvið
Høvuðsuppgávurnar hjá útbúgvingarvegleiðaranum eru m.a.:

  • at vegleiða fólki, sum ætla sær undir hægri lestur uttanlands
  • at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum
  • at kunna um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum og uttanlands
  • at vegleiða umvegis talgilt samskifti (IKT)
  • at røkja og menna tilfar til heimasíðuna
  • at røkja og menna tilfar til sosialar miðlar
  • at veita lesandi beinleiðis vegleiðing og praktiska hjálp
  • at vegleiða fólki innan avriksflutning (merit) og skiftislestur
  • at kunna og vegleiða um lestrar- og stuðulsmøguleikar, umframt treytir í Føroyum og uttanlands, serliga innan ÚSUN økið
  • at kunna um Nordplus og vegleiða umsøkjarum í hesum sambandi
  • at skipa fyri enskum málroyndum (IELTS)
  • at skipa fyri kunnandi átøkum
  • at ráðgeva lestrarvegleiðarum

Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a., at umsøkjari:

  • hevur kandidat- ella masterútbúgving frá hægri lærustovni
  • hevur útbúgving í vegleiðing ella aðra viðkomandi útbúgving
  • leggur dent á at veita góða og skjóta tænastu
  • hevur góðar fyrisitingarligar førleikar
  • dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum
  • hevur góð evni at samstarva
  • Hevur royndir við kunningartøkni, so sum at røkja heimasíður og sosialar miðlar

Vit bjóða

  • eitt fjølbroytt starv í støðugari menning og í einum góðum arbeiðsumhvørvi
  • eitt sjálvstøðugt starv, har tú fært møguleika til at gera tína ávirkan
  • eitt spennandi starv við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti úteftir

Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Starvið er avloysarastarv frá 1. juli 2021 til 1. august 2022.

Útbúgvingarvegleiðarin er staðsettur á Vegleiðingarstovuni og kemur eisini at vera partur av Studna. Tann, sum verður settur í starv, má tola møguligar broytingar í starvinum.

Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:

Studni, Hoyvíksvegur 72, Postrúm 9, 110 Tórshavn ella við telduposti á umsokn@studni.fo.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. mai. Starvið verður at seta 1. juli 2021 ella skjótast til ber.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Jørgen Meitilberg, leiðara á Studna, tlf. 555080.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna