Sjálvgreiðslan
Skriva út
Fróðskaparsetur Føroya
Lagt út: 08.11.19
Umsóknarfreist: 22.11.19

Adjunkt- ella lektarastarv í støddfrøði

Eitt adjunkt- ella lektarastarv í støddfrøði á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya verður hervið lýst leyst at søkja. Starvið kann eisini setast sum eitt tíðaravmarkað námslektarastarv fram til 30. juni 2020.

Starvið skal setast frá 1. januar 2020 ella eftir avtalu.

Starvsøki
Á Námsvísindadeildini verður undirvíst og granskað í námsfrøði, undirvísing og læring. 

Tann, sum fær starvið, fer í høvuðsheitum at undirvísa í støddfrøði og støddfrøðilærufrøði á læraraútbúgvingini. Tað er ein fyrimunur eisini at kunna undirvísa í øðrum náttúruvísindaligum lærugreinum, so sum alis- og evnafrøði. Granskingarøkið verður innan undirvísing í støddfrøði og náttúruvísindaligum fakum, umframt luttøka í viðkomandi verkætlanum og toymum á Fróðskaparsetri Føroya.  

Førleikar
Adjunktstarv er 4-ára útbúgvingarstarv. Fyri at verða sett/ur í starv sum adjunktur krevst ph.d.-útbúgving ella samsvarandi granskingarførleiki. Umsøkjarar, ið hava skjalprógvað granskingarevni, og sum hava ítøkiligt orðaða ætlan um at skriva ph.d.-ritgerð, kunnu eisini søkja starvið. Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi kandidat- ella masterútbúgving.

Lektarastarv krevur sera góðan vísindaligan og fakligan førleika, umframt góðar pedagogiskar og fyrisitingarligar førleikar í sambandi við hægri undirvísing og gransking.

Námslektarastarv krevur góðan fakligan førleika og góðan pedagogiskan førleika. Námslektari hevur vanliga ikki granskingarskyldu.

Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir. Umsøkjarar skulu lýsa síni granskingaráhugamál, og hvussu teir hugsa at menna gransking og undirvísing á starvsøkinum.

Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og upp til 5 vísindaavrik kunnu leggjast við umsóknini.

Undirvísingarroyndir verða skjalprógvaðar við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmælum og eftirmetingum, um tær eru til taks.

Freist
Umsóknarfreistin er 22. november 2019. Umsókn og skjøl skulu sendast talgild til umsokn@setur.fo.

Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag.

Fróðskaparsetrið tilskilar sær rætt til at seta adjunkt í starv heldur enn ein lektara, um førleikarnir hjá adjunktinum út frá eini heildarmeting hóska betur til innihaldið í og ætlanina við lýsta starvinum.

Eisini tilskilar Fróðskaparsetur Føroya sær rætt til at seta starvið sum tíðaravmarkað námslektarastarv, um hetta verður tilmælið í metingarnevndini.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Erlu Olsen, dekan, erlao@setur.fo.

Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.