Sjálvgreiðslan
Skriva út
Fróðskaparsetur Føroya
Lagt út: 02.07.21
Umsóknarfreist: 15.08.21

Á Náttúruvísindadeildini er eitt vísindastarv í verkfrøði leyst at søkja

Á Náttúruvísindadeildini eru ymiskar bachelorútbúgvingar í lívfrøði og verkfrøði og hjánám í støddfrøði. Deildin stuðlar eisini undirvísing í náttúruvísindum og tøkni á øðrum deildum á Fróðskaparsetrinum. Á deildini eru í løtuni umleið 25 starvsfólk.

Starvið
Søkt verður eftir vísindafólki til verkfrøðingaútbúgvingar á Náttúruvísindadeildini. Høvuðsuppgávan í starvinum verður, í samstarvi við toymið á Náttúruvísindadeildini, at undirvísa í verkfrøði og at menna útbúgvingarnar serliga í lærugreinum, sum eru viðkomandi fyri maskinmeistarar. Gransking í starvinum verður tongd at førleikum, royndum og áhuga umsøkjarans.

Starvssetanin verður sum adjunktur, lektari ella námslektari sambært førleika og royndum umsøkjarans.

Førleikar
Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi universitetsútbúgving (cand.polyt., cand.scient, Master of Engineering, Master of Science ella tilsvarandi) og hava viðkomandi starvsroyndir.

Tað er ein týðandi fyrimunur at hava ein ella fleiri av hesum førleikum:

  • hava viðkomandi ph.d.-útbúgving
  • vera maskinmeistari ella hava góðan kunnleika til maskinmeistaraútbúgvingina
  • hava starvsroyndir frá arbeiði, sum maskinmeistarar vanliga fáast við, t.d. sterkstreym, maskintøkni ella skipstøkni,
  • hava royndir við hægri undirvísing og/ella gransking
  • skilja føroyskt og hava málførleika í einum skandinaviskum máli og enskum

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum (ikki bert forsíður), CV, yvirlit yvir vísindaligar útgávur, lýsing av granskingaráhugamálum, og kunning um royndir við undirvísing. Umsøkjarar eru vælkomnir at senda í mesta lagi fimm tær bestu vísindaútgávurnar við umsóknini, umframt lýsing av týðandi leiklutum í verkfrøðiligum verkætlanum.

Umsóknin skal skrivast á enskum og sendast talgild til umsokn@setur.fo.

Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Freist
Umsóknarfreistin er 15. august 2021. Miðað verður eftir at seta starvið skjótast til ber eftir nærri avtalu við tann, ið fær starvið.  

Nærri upplýsingar
Umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í samband við Hans Paula Joensen, hanspj@setur.fo, dekan á Náttúruvísindadeildini. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru á www.setur.fo.

  

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 100 undirvísarar og granskarar, eini 60 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Fróðskaparsetrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna