Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Maria Poulsen & co.
Lagt út: 22.02.21
Umsóknarfreist: 09.03.21

Vit sóknast eftir rørsmiðum og arbeiðsfólki

arbeiðsfólk / rørsmiður

Vit bjóða tær
• eitt áhugavert starv við nógvum spennandi avbjóðingum.
• at gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi og einum væl virkandi virki.
• møguleikan at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, og á tann hátt at geva títt íkast til virksemi okkara.

Sum rørsmiðjur arbeiðir tú úti hjá kundum okkara, á størru byggiplássunum og á okkara smiðju.

Vit vænta, at tú
• ert íðin og skilur týdningin av góðum handverki, dygd og tí fakliga
• dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• ert fyrikomandi, nærlagdur og íðin
• setur kundan í fremstu røð

Løn
Løn sambært avtalu.

Um Mariu Poulsen
Maria Poulsen er millum elstu fyritøkur í landinum og størsti heildarveitari innan HVS í Føroyum.

Tað eru góðar arbeiðsumstøður, góðir samstarvsfelagir, og arbeitt verður í einum jaligum fakligum arbeiðsumhvørvi.

Spurningar
Nærri fæst at vita um starvið, við at ringja á tel 22 77 20 og tosa við Kjartan á Dul.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Send umsókn til: kd@mp.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna