Sjálvgreiðslan
Skriva út
MEST
Lagt út: 19.02.21
Umsóknarfreist: 12.03.21

Spennandi avbjóðing í eini av Føroya størstu tænastufyritøkum.

Arbeiðsøki
Sum formaður á Maskindeildini í Tórshavn hevur tú ábyrgdina av maskinverkstaðnum og teimum handverkarum og lærlingum ið har starvast. Tú hevur tætt samskifti við kundar, samstarvsfeløg og starvsfelagar í fyritøkuni. Starvið er skipað við tveimum formonnum, sum í tøttum samstarvi hava ábyrgdina av dagliga rakstrinum av maskinverkstaðnum og hava ábyrgdina av bilum, vinnutólum, og amboðum sum hoyra til deildina.

Høvuðsábyrgdin hjá formanninum fevnir millum annað um:

  • Skipa dagliga raksturin av verkstaðnum í tøttum samstarvið við aðrar deildir í MEST samtakinum
  • At fyrireika, leiða og luta út arbeiðsuppgávur til handverkarar, lærlingar og serfrøðingar á verkstaðnum.
  • At luttaka í at gera tilboð, fyrireika og skipa uppgávur í tøttum samstarvi við verkætlanarleiðarar hjá MEST, kundar og starvsfelagar,
  • At skriva frágreiðingar og vera við til at gera upp sakir, eftirmeta og avhenda uppgávur.
  • At tryggja HTU- og Góðsku tilvitan, og at starvsfólk á verkstaðnum trívast og mennast

Starvsstaðurin er Maskindeildin hjá MEST í Havn, men roknast kann við uppgávum á øðrum deildum hjá MEST. Formaðurin á Maskindeildini vísir til rakstrarleiðaran hjá MEST.

Tín vangamynd 
Tú hevur viðkomandi útbúgving og  kunnleika til skip, skipsútbúnað og/ella annan viðkomandi tøkniligan førleika. Tað er ynskiligt at tú hevur  kunnleika til Office-pakkan & Navision á brúkarastøði, men hettar er tó ikki eitt krav. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert skipaður hóast nógvar uppgávur eru í senn, og dugir at samstarva.

Vit bjóða:
Eitt arbeiðspláss har dygd, trygd og trivnaður er í hásæti.

Starvsfólk sum brenna fyri sínum uppgávum og eru sera dugnalig.

Góðar møguleikar at menna teg bæði fakliga, persónliga og í leiðslu.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum og annars eftir nærri avtalu.

Meira at vita
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Dánjal Jákup Berg í Soylu, rakstrarleiðara, tlf. 791231.

Umsókn
Umsókn við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. mars 2021

Søkjast kann á mest.fo

Ella beinleiðis her:

http://mest.fo/fo/grein/formadur-til-maskindeildina-mest-i-torshavn-0

Vit ynskja, at nýggi leiðarin byrjar í starvinum skjótast gjørligt.

MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAM Offshore, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni serliga í Noregi. Felagið hevur nýmótans verkstaðir, stóra goymslu við sølu og framkomna tekni- og verkfrøðingastovu. Yvir 500 starvsfólk eru í starvi í MEST-samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir. Sostatt er MEST eitt av størstu framleiðslufeløgunum í landinum

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna