Sjálvgreiðslan
Skriva út
Sp/f Pomek
Lagt út: 12.02.20
Umsóknarfreist:

Pomek søkir eftir 3 maskinsmiðulærlingum

Pomek er ein maskinverkstaður sum veitir vørur og tænastur til bátar, skip, virkir, stórar og smáðar kundar.

Ert tú arbeiðssamur/arbeiðssom og hevur áræði, so er tað tær vit leita eftir!

Vit bjóða

  • Eina útbúgving sum maskinsmiður
  • Eitt lærupláss við skipaðum arbeiðsviðurskiftum, og greiðum arbeiðstreytum
  • Eitt fjølbreitt og spennandi lærupláss, við góðari upplæring
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi

Vit vænta

  • at tú hevur áhuga fyri fakinum, ert ágrýtin og álítandi

Lærutíðin til maskinsmið er 4 ár, men styttist um tú hevur tikið SIT ella líknandi skúlaskeið.

Hevur hetta tín áhuga, so send okkum eina umsókn.

Um tú vilt vita meira um læruplássið, kanst tú venda tær til Frithleif Olsen á tlf 558455, ella á frithleif@gmail.com

Umsóknin skal sendast til pomek@pomek.fo

Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.