Sjálvgreiðslan
MT Højgaard
Lagt út: 05.07.19
Umsóknarfreist: 22.07.19

MT Højgaard Føroyar søkir eftir timburmonnum og arbeiðsfólki til betongarbeiði o.a.

Í sambandi við vaksandi byggivirksemi í felagnum, verður økt um okkara starvsfólkahóp við handverkfakligum útbúgvingum og royndum við betongarbeiði. 

Um tú ynskir at gerast partur av einum breiðum starvsfólkahópi og ert áhugað/ur í dygdargóðum handverki, átti tú at søkt starv hjá okkum.

MT Højgaard Føroyar væntar at tú:

  • hevur royndir sum handverkari og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • leggur dent á dygd og trygd
  • hevur gott arbeiðslag
  • ert samstarvsáhugað/ur

Sum felag kann MT Højgaard Føroyar bjóða góðar arbeiðsumstøður við skipaðum viðurskiftum.

MT Højgaard Føroyar hevur nógvar verkætlanir fyri framman, og kann umsøkjarin tí vænta javnt og støðugt arbeiði.

Løn sambært avtalu.

Ynskir tú at vita meira um arbeiðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ewald Kjølbro, deildarstjóri fyri MT Højgaard Føroyar, á tlf: 286335.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.