Sjálvgreiðslan
Klaksvíkar Kommuna
Lagt út: 14.06.19
Umsóknarfreist: 12.08.19

Maskinsmiður ella bilmekanikari til Klaksvíkar Kommunu

Endurlýsing - Søkt verður eftir maskinsmiði ella bilmekanikara til Smiðjuna hjá Klaksvíkar kommunu.

Smiðjan tekur sær av øllum tekniskum umvælingum, so sum viðlíkahald av bilum, gravimaskinum, skeltum og øðrum, sum hoyrir til tekniska økið.

Førleikakrøv:
Vit ímynda okkum, at tú ert útlærdur maskinsmiðjur, bilmekanikari ella aðra viðkomandi útbúgving.

  • At tú ert samstarvssinnað/ur
  • At tú ert vælskipað/ur
  • At tú ert arbeiðssom/samur og dugur at arbeiða sjálvstøðugt.

Setanarviðurskifti 
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt sum handverkari sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverkarafelag.

Starvið verður sett skjótast til ber.

Umsókn skal sendast til: 
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast sum teldupostur til klaksvik@klaksvik.fo. Til ber eisini at senda umsóknina sum vanligt bræv til: Klaksvíkar kommuna, Postsmoga 2, 710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin er mánadagin 12.aug 2019 kl. 12:00. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja til Jan Harris Askham, leiðara, á tel. 225158 ella umvegis t-post: smidjan@klaksvik.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.