Sjálvgreiðslan
Skriva út
SEV
Lagt út: 12.01.21
Umsóknarfreist: 26.01.21

Maskinmeistari til grønu orkuverkini hjá SEV

SEV sóknast eftir maskinmeistara til elverkini innan varandi orku.

Starvið
Í sambandi við, at SEV hevur savnað umsitingina og raksturin av øllum elverkunum innan varandi orku í meginøkinum í eina deild í Vestmanna, sóknast vit eftir maskinmeistara, sum í høvuðsheitum skal fáast við elframleiðslu úr varandi orkukeldum. Toymið í nýggju deildini fevnir í dag um 8 starvsfólk.

Meginøkið fevnir um Vágar, Streymoy, Eysturoy, Norðoyggar, Sandoy, Nólsoy, og Hestoy, og elverkini, sum talan er um, eru vindmyllulundirnar í Húsahaga, Porkerishaga og Neshaga, Eiðisverkið, Fossáverkið, Mýruverkið, Heygaverkið og Elverkið á Strond, umframt nýggj vind- og vatnorkuverk. Deildin varðar eisini av elverkunum á útoyggj.

Málið við starvinum er styrkja um arbeiðið at gera elframleiðsluna so burðardygga sum til ber, og dentur skal leggjast á, at framleiðslueindirnar altíð eru væl røktar og rigga væl.

Arbeiðið fevnir um rakstur og viðlíkahald, og tú fert í ávísan mun at fáast við fyrisitingarligar uppgávur og umsiting, við tað at stórur partur av dagliga viðlíkahaldinum verður gjørt av uttanhýsis veitarum, sum hava serfrøði innan ymisku viðlíkahaldsuppgávurnar, serliga innan vindorku.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan fleiri av hesum økjum:

  • Elframleiðslu
  • Vindorku
  • Eltøkni bæði há- og lágspenning
  • Viðlíkahaldsskipanir. SEV nýtir API PRO
  • Fyrisitingararbeiðið, sáttmálaviðurskifti og málsviðgerð
  • Samskifti við veitarar
  • Eftirlit við viðlíkahaldi og bygging


Fyri at kunna røkja starvið, er krav, at tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv.

Umráðandi er, at tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt, ert liðleikari og ikki smæðist at samskifta við onnur. Tú klárar teg væl innan norðurlendsku málini og á enskum, bæði munnliga og skrivliga.

Telda og net eru týðandi amboð, góður kunnleiki innan skrivstovuforrit er ein treyt, og týðandi er at hava evni og áhuga at læra seg nýggjar skipanir. Koyrikort til persónbil neyðugt.

Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið í 12. lønarflokki.

Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá.

Arbeiðsstaðið
Arbeiðsstaðið er á Fossáverkinum í Vestmanna, og arbeiðið fevnir um allar Føroyar.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sæmund Tausen, verkmeistara, á tel. 286902 ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðslu, tel. 218419.

Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til: starv@sev.fo, og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 26. januar 2021.

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170 fólk starvast í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV fram á í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna