Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landsverk
Lagt út: 05.11.19
Umsóknarfreist: 19.11.19

Maskinlærlingur

Landsverk søkir eftir dugnaligum og álítandi maskinlærlingi til maskinmiðstøðina á Lambareiði at byrja skjótast tilber.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir um viðlíkahald og umvæling av bilum, entreprenørmaskinum o.ø. hjá stovninum.

Førleikakrøv
Tað er ein treyt, at tú hevur lokið fólkaskúlan. Harafturat er tað ein fyrimunur at hava nakað av starvsroyndum.

Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars verða sambært lærlingasáttmálanum millum Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkanna og Føroya Arbeiðsgevarafelag/ Føroya Handverksmeistarafelag. Lærutíðin er 4 ár og endar við eini sveinaroynd.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu http://www.landsverk.fo. Hetta verður gjørt umvegis knøttin "Send umsókn", á hesi síðu.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. november 2019.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Johnleif Hansen, smiðjuformaður, á tlf. 290 926 ella joha@lv.fo

Fakliga og óheft røkir Landsverk tað verandi, byggir tað nýggja og fyrireikar tað komandi. Vit tryggja heildarmyndina av landsins bygningum og infrakervi – nú og í framtíðini.

 

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.