Sjálvgreiðslan
Skriva út
KJ
Lagt út: 08.01.20
Umsóknarfreist: 01.02.20

KJ søkir maskinsmiðir

Vegna økt virksemi, søkja vit eftir maskinsmiðum til verkstað okkara á Kambsdali, at setast skjótast gjørligt.

Vit bjóða

  • Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á gott handverk.
  • Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
  • Eitt mennandi og spennandi umhvørvi við góðum starvsfelagum.

Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Vit hava skipaði viðurskiftir og eitt gott arbeiðsumhvørvi. Harumframt bjóða vit eitt vælvirkandi verkstað við nýmótans útgerð, til at loysa uppgávurnar.

Vit vænta av tær
Tað er umráðandi, at tú hevur góð samstarvsevnir, evnir at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult. Fyrimunur er, um tú hevur útbúgving sum stál- ella maskinsmiður ella líknandi og koyrikort til persónbil.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

Umsókn
Umsókn og møgulig viðmælir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 01. februar 2020, og skulu sendast til eydun@kj.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.