Sjálvgreiðslan
Skriva út
MEST
Lagt út: 25.06.20
Umsóknarfreist: 14.08.20

í læru á MEST?

Vit sóknast eftir ágrýtnum og nærløgdum lærlingum at byrja 1. september 2020. Søkt verður eftir 4 lærlingum – einum lærlingi til stálskipasmið og einum lærlingi til sveisara til MEST á Skála og einum lærlingi til stálskipasmið og einum lærlingi til sveisara til MEST í Havn

Stálskipasmiður – lærlingur
Sergrein undir útbúgvingini Kleinsmiður
Stálskipasmiðir fáast fyrst og fremst við at byggja stálskip, men gera eisini arbeiði á virkjum og innan flutning og byggivirksemi. Arbeiði fevnir millum annað um at gera konstruktiónir til og úr plátum, rørum og profilum í ymsum tjúgdum.

Útbúgving
Yrkisútbúgvingin er skipaða soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á MEST og skúlagongd á yrkisskúla.

Lærutíð: 4 ár – harav 55 vikur í skúla.
Læruplássið er í MEST samtakinum.
Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir
Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Sveisari – lærlingur
Sum sveisari abeiðir tú við at gera til­sker­­­ing­ar og evna til rættar-, skráar- og heildar­skurð í plátur, rør og tvørskurðir. Eisini arbeiðir ein sveisari við at leggja til rættis og gera ein­­­fald­­ar framleiðsluupgávur, handliga eins væl og við maskinum, at leggja til rættis og gera skap í plátu-, rør- og stáltvørskurðum. Tú lærir at sveisa innan elektrodu-, MIG- og MAG sveising o.s.fr.

Útbúgving
Yrkisútbúgvingin er skipað soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á MEST og skúlagongd á yrkisskúla.

Lærutíð: 2½ ár – harav 35 vikur í skúla.
Læruplássið er í MEST samtakinum.
Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir
Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Framtíðarmøguleikar
Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sum góðkendur stálskipasmiður ella sveisari.

Tú kanst eisini sum Stálskipasmiður fara undir framhaldsútbúgving sum t.d:
Maskinmeistari
Framleiðslutøkningur
Verkfrøðingur (krevur upptøkuskeið)

Sí annars nærri um útbúgvingina undir  www.yrkisdepilin.fo ella www.glasir.fo. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Føroya handverk­arafelag og Landsfelag Handverkaranna. Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til Mouritz Mohr á telefon 791130

Umsóknir og cv skulu sendast til berghild@mest.fo í seinasta lagi hósdagin 14. August 2020.

MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAM-Offshore Service, sum hevur starvsfólkí oljuvinnuni, serliga í Norra. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu. Gott og væl 500 starvsfólk eru í starvi í MEST samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir. Sostatt er MEST eitt av størstu framleiðslufeløgunum í landinum.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna