Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Zacharias Leitisstein
Lagt út: 17.11.19
Umsóknarfreist: 15.12.19

HVS lærlingur til P/F Zacharias Leitisstein

Kom í læru á smiðju okkara í Runavík, tú kanst byrja fyrst í januar 2020.

Vit bjóða:

  • Útbúgving innan rør- og blikksmíð fakið
  • Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á gott handverk.
  • Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, har tú veruliga sleppur at royna teg.

Eitt mennandi umhvørvi við góðum starvsfelagum.

Útbúgvingin tekur 4 ár, og er luta sundur í verkliga læru á smiðjuni og skúlagongd í Glasir yrkisrættað nám, Metallbreytin.

Vit vænta av tær:

  • At tú ert nærlagdur, ágrýtin og røkin.
  • At tú hevur góð samstarvsevnir.

Fyrimunur um tú hevur koyrikort, men ikki krav

Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Rúna á tel. 588233

Umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. desember 2019, og skulu sendast til runi@leitisstein.fo.

P/F Zacharias Leitisstein
Mylnuvegur 1
620 Runavík
leitisstein@leitisstein.fo
www.leitisstein.fo
tel. 448233

P/F Zacharias Leitisstein varð stovnað í 1959, og er heildarveitari og ráðgevandi innan hita, sanitet og ventilatión.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.