Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 27.04.21
Umsóknarfreist: 11.05.21

HVS handverkari ella maskinsmiður til Teknisku deild

HVS handverkari ella maskinsmiður til Teknisku deild

Tekniska deild í Tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum arbeiðssomum og vælskipaðum maskinsmiði ella HVS-handverkara. Talan er um eitt spennandi starv, har uppgávurnar krevja fakligan førleika og áhuga fyri økinum.

Um starvið
Arbeiðsøkið hjá Teknisku deild er at tryggja dagliga raksturin og viðlíkahaldið av øllum bygningum og bygningslutum, umframt øllum tekniskum innleggingum, íroknað tekniskari útgerð og aðrari útgerð á Landssjúkrahúsinum. Landsjúkrahúsið brúkar skipanirnar: CTS og M-DOC.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • HVS
  • Hitamiðstøð
  • Ventilatiónsskipan
  • Luft- og gasskipan
  • At góðskutryggja maskinur og útgerð
  • At viðlíkahalda og umvæla maskinur og útgerð
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði, sum er partur av arbeiðsøkinum hjá Teknisku deild

Tú fert eisini at vera við til at brynja okkum til nýggjar tíðir í H-bygninginum, har vit fara at hava nýggja og framkomna tøkni. Landssjúkrahúsið yvirtekur H-bygningin í 2021.

Starvið er fulltíðarstarv, har ein eisini er partur av vaktarskipanini á deildini. Í vaktarskipanini hevur tú tilkallivakt í eina viku, umleið 8. hvørja viku. 

Starvið er til setan 1. juni 2021 ella eftir avtalu.

Førleikakrøv

  • útbúgving sum handverkari innan maskinsmið ella HVS

Vit vænta at tú

  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Ert álítandi, fyrikomandi og tekur ábyrgd
  • Tolir broytingar í arbeiðinum
  • Hevur vilja til at eftirútbúgva teg í Føroyum og uttanlands
  • Hevur góðan røkjuskap og góðan KT-førleika

Vit bjóða

  • Eitt fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
  • Ávirkan á fakliga menning
  • Góða innleiðslu

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Asbjørn Pálsson, telefon 234536, teldupost asbjorn.palsson@ls.fo ella til Sæbjørn B. Nielsen, tekniskan leiðara, telefon 304539, teldupost saebni@ls.fo

Umsóknarfreistin er 11. mai 2021 

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.

Landssjúkrahúsið
Tekniska deild er deild undir Tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum. Tænastudepilin fevnir eisini um felagskøk, kafe, vaskarí, felagsgoymslu, medico teknisku deild og reingerðar- og húsavarðatænastu. Á okkara heimasíðu www.ls.fo, undir leinkinum “Um okkum” kanst tú lesa um Landssjúkrahúsið, okkara visión, missión og strategimál.

MRSA
Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hava verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mðr., skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Søk starvið her 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna