Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F ArtiCon
Lagt út: 24.07.20
Umsóknarfreist: 17.08.20

Fyrisitingarfólk til verkstaðið hjá ArtiCon

Vit sóknast eftir einum fyrisitingarfólki at byrja skjótast til ber.

Vegna vøkstur á verkstaðnum, hava vit tørv á einum fólki at taka sær av fyrisitingarligum uppgávum. Tú kann vænta bæði spennandi og avbjóðandi uppgávur í eini føroyskari byggifyritøku, har lyklaorðini eru dygd, trygd og trivnaður.

Arbeiðsøki

  • Ábyrgd av móttøkuni á verkstaðnum.
  • Upprætta og umsita arbeiðsordrar.
  • Tímaskráseting og umsiting av hesum.
  • Hjálpa til á goymsluni.

 Tín vangamynd:

 Persónligir førleikar

  • Tú hevur góð samstarvsevni og er fyrikomandi.
  • Tú er skipað/ur, nærløgd/nærlagdur og røkin.
  • Tú arbeiðir sjálvstøðugt og ábyrgdarfult.
  • Tú hevur royndir frá verkstaðsarbeiði við áhuga fyri fyrisitingarligum uppgávum.

Fakligir førleikar

  • Tað er ynskiligt, at tú hevur útbúgving innan verkstaðsarbeiði, goymslu ella líknandi.
  • Vit vænta harumframt, at tú dugir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum.
  • Góðar telduførleikar.

Vit bjóða

  • Góð og skipað arbeiðsviðurskifti.
  • Góðar møguleikar at menna teg bæði fakliga og persónliga
  • Eitt fjølbroytt arbeiðspláss 

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

Meira at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Bjørn Holm, verkstaðsleiðara, á tlf. 216102.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. august 2020 og skulu sendast til starv@articon.fo.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 300 fólk.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna