Sjálvgreiðslan
Skriva út
Glasir
Lagt út: 29.11.19
Umsóknarfreist: 09.12.19

Endurlýsing. GLASIR: Kom í læru sum húsavørður

Hevur tú gott handalag og hug at royna teg við bæði tøkni, handverki, skipanum og viðlíkahaldi? Vit søkja eftir einum húsavarðalærlingi til Føroya størsta útbúgvingarstovn, sum húsast á meira enn 25.000 fermetrum í trimum ymiskum bygningum.

Útbúgvingin sum húsavørður er ein lærlingaútbúgving, sum tekur 3 ár og 9 mánaðar. Starv og lærutíð er á Glasi, meðan skúlagongdin er á skúla í Danmark, har útbúgvingin nevnist 'ejendomsservicetekniker'.

STUTT UM ÚTBÚGVINGINA:

  • Minstu krøv viðv upptøku er 9. floks prógv frá fólkaskúlanum
  • Lærutíðin er 3 ár og 9 mánaðir
  • Starvstíðin er á Glasi
  • Skúlagongdin er á skúla í Danmark
  • Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna.

UM TEG
Vit søkja eftir dugnaligum álítandi fólki, sum hevur áhuga fyri at útbúgva seg innan røkt og viðlíkahald av tekniskum innlegingum, m.a. brunafyribyrgingarskipanir og ventilatiónsskipanir so sum ABA, ABV, ABDL og CTS. Dagliga arbeiðið fevnir eisini um vanliga røkt og viðlíkahald av bygningunum og innbúgvi og um røkt av uttanumøkinum.

Vit ynskja at tú dugir væl at samskifta og samstarva við starvsfólk og næmingar, at tú hevur koyrikort til persónbil og at tú hevur telduførleika á brúkarastøði.

UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN
Nærri fæst at vita við at venda sær til Egon Øregaard, tekniskur leiðari á tlf 56 80 50.

Umsókn skal sendast í telduposti til ego@glasir.fo í seinasta lagi mánadagin 9. desember 2019.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.