Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 08.01.20
Umsóknarfreist: 10.02.20

Elektrikkari til gøtuljósdeildina

Tórshavnar kommuna søkir eftir elektrikkara til gøtuljósdeildina.

Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um at koyra kurvabilin og viðlíkahald og nýgerð av gøtu- og ferðsluljósum í kommununi.

FAKLIGIR EGINLEIKAR
Umsøkjarin skal vera útbúgvin elektrikkari og hava koyrikort, og evt. stóra koyrikortið.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jákup Joensen, gøtuljósleiðara, á tlf. 254017, ella Viggo Christiansen, stovnsleiðara, tlf. 214015.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Tórshavnar kommunu, torshavn@torshavn.fo, í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. februar 2020. Viðmerk umsóknina „Elektrikkari“.

-------------

DEILDIN
Gøtuljósdeildin heldur til í Torfinsgøtu 21, og har starvast 6 mans.

Høvuðsarbeiðið á gøtuljósdeildini er umvæling av verandi gøtuljóskervi og nýgerð í samband við m.a. útstykkingar.

Í kommununi eru á leið 8.000 gøtuljós.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.