Sjálvgreiðslan
Skriva út
Bilasølan
Lagt út: 05.01.21
Umsóknarfreist: 23.01.21

Biltøkningur og arbeiðsfólk til mekaniska verkstaðin hjá Bilasøluni

Vit hava nógv at gera, og leita tí eftir biltøkningi og arbeiðsfólki.

Um Bilasøluna
Bilasølan er ein av størstu bilasølum í landinum. Vit eru 28 fólk, sum arbeiða við sølu, umsiting, goymslu, á mekaniska verkstaðnum og á plátuverkstaðnum. Vit umboða kvalitetsmerkini Volkswagen, Audi og Skoda og eyðsæð er, at umboð av slíkum slagi seta høg krøv til okkara førleikar og tænastustøði. Á Bilasøluni er vítt til veggja, og tímir og dugir tú, so sleppir tú eisini! Tempoið er høgt, lagið sum oftast gott, og trivnaðurin hareftir.

Um størvini
Vit bjóða spennandi og avbjóðandi størv, har tú arbeiðir við nøkrum av heimsins bestu og kendastu bilmerkjum. Vit syrgja fyri upplæring, skeiðsvirksemi og øðrum, sum ger, at tú fært teir førleikar tú skalt hava, fyri at røkja títt starv, og hartil mennast og trívast. Eisini bjóða vit kappingarføra løn og treytir.

Vit vænta at tú ert áhugað/ur og røkin, og hartil hartarbeiðandi og løtt/lættur at samstarva við. Tú skalt tíma og duga vanligt mekaniskt arbeiði, men av tí at Audi, VW og Skoda eru hátøknilig bilmerki, krevst eisini tøkniligur áhugi og hegni. Arbeiði sum biltøkningur krevur sveinabræv, meðan starvið sum arbeiðsfólk krevur, at tú dugir vanligt viðlíkahald av bilum.

Umsóknir
Hevur tú spurningar um størvini, ring til Dávur Johansen, verkstaðsleiðara, á tlf. 23 97 00. Send okkum eina umsókn merkt "biltøkningur" ella “arbeiðsfólk” til bilasolan@bilasolan.fo.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna