Sjálvgreiðslan
Skriva út
Sp/f UNO
Lagt út: 16.07.21
Umsóknarfreist: 14.08.21

Lærlingur til súkkludeildina í UNO

Dámar tær nýggjar avbjóðingar og at hjálpa kundum? So hava vit møguliga rætta starvið til tín. Vit leita eftir einum lærlingi at byrja beinanvegin ella skjótast gjørligt.

Um Uno:
Uno hevur meiri enn 9 ár á baki og stendur enn í vøkstri. Uno selur súkklur, køkar, baðirúm og umboðar eisini Skousen hvítvørur.

Førleikakrøv:
Tú ert álítandi, ágrýtin, fyrikomandi, tekur ábyrgd av tínum arbeiði, arbeiðir sjálvstøðugt og dugir at finna skilagóðar loysnir.

Prógv, royndir og ummæli kunnu sendast við umsøknini men eru ikki ein treyt.

Vit bjóða tær:
Eitt fjølbroytt starv, ið er spennandi og sum krevur av tær at tú dugir at hava nógvar bóltar í luftini í senn. Tú kemur at arbeiða við dugnaligum og jaligum starvsfólki. Tínar uppgávur verða m.a:

  • Ráðgeva kundum um keyp av súkklum og súkkludeilum.
  • Seta súkklur saman
  • Halda súkkludeildina ruddiliga og bíleggja vøru
  • Annað fyrifallandi handilsarbeiði

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber. Løn sambært avtalu.

Umsókn
Send tína umsókn og avrit av møguligum prógvum og royndum til Dánjal Petersen á dp@uno.fo. Eisini ber til at ringja tlf.59 59 59 fyri at hoyra nærri um arbeiðið.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna