Sjálvgreiðslan
Skriva út
MEST
Lagt út: 09.09.21
Umsóknarfreist: 27.09.21

Hevur tú hug at koma í skrivstovulæru?

Vit á MEST kundu hugsað okkum at fingið ein ágrýtnan, nærlagdan og álítandi skrivstovulærling til okkara fíggjar- og fyrisitingardeild. Vit vilja, at tú í lærutíðini fært eitt breitt innlit í skrivstovuarbeiði, og kemur eisini at hava ávísa ábyrgd av ymiskum uppgávum innan bókhald og skrivstovuøki.
MEST er ein fjøllbroytt fyritøka, ið eisini er staðsett á ymiskum støðum.
Tú skalt tí eisini vera við uppá at flyta teg runt í fyritøkuni, har m.a. partur av arbeiðstíðini verður á skrovstovuni hjá PAM Offshore Service, men í høvuðsheitum er staðsetingin í fyrisitingini á MEST Tórshavn.  

Um teg
Tú hevur áhuga í bókhalds- og fyrisitingararbeiði, og ert sinnað/ur at læra og vaksa við uppgávuni.
Tú hevur eina miðnámsútbúgving, hevur telduførleika og førleika at orða teg í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum.
Tú hevur góð samstarvsevni, tolir at hava fleiri bóltar í luftini í senn, og torir at taka ábyrgd, og geva eitt sindur eyka, tá tørvur er á tí.
Arbeiðsroyndir innan øki er ikki ein treyt, men um tú longu hevur arbeiðsroyndir, og kundi hugsað tær sveinabrævið eisini, so vilja vit eisini fegin frætta frá tær. 

Um okkum
MEST er ein spennandi fyritøka í støðugari menning. Vit veita tænastur til fiskivinnuna, alivinnuna, byggivinnuna, og aðrar fyritøkur á landi, umframt at vit eisini hava fleiri útlendskar kundar. MEST er staðsett í Tórshavn, Skála og Runavík. PAM Offshore Service er dótturfelag hjá MEST, ið veitir handverkarar og elektrikarar til on- og offshore vinnuna í Noreg, og er staðsett í Tórshavn. 

Treytir og umsókn
Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum S&K og FAG. 

Umsóknir, við avriti av prógvum og viðmælum, skulu sendast okkum í seinasta lagi 27. sept. 2021, og umsóknin skal latast okkum umvegis heimasíðu okkara á https://starv.mest.fo 

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Arna K. Abrahamsen, roknskaparleiðara, á tlf. 79 11 20 ella teldupost aka@mest.fo

Vit ætla at tú byrjar í starvi pr. 1. novembur, ella eftir nærri avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Søk her

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna