Sjálvgreiðslan
Skriva út
Bakkafrost
Lagt út: 18.05.20
Umsóknarfreist: 07.06.20

Vilt tú verða okkara dátagreinari og Business Intelligence serfrøðingur?

Vit hava eitt spennandi starv leyst at søkja hjá Bakkafrost.

Uppgávur
Tú verður partur av fíggjardeildini hjá Bakkafrost og kemur at arbeiða í einum tvørgangandi toymi, ið arbeiðir við kunningardátugrunnum upp á tvørs av samtakinum. Tú kemur at arbeiða tætt saman við starvsfeløgum í deildini og eisini saman við øðrum deildum í samtakinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Tín høvuðsábyrgd verður at tryggja, at vit gagnnýta allar okkara dátur og umseta tær til vitan, sum gevur okkum betri stýringsamboð og kann verða grundarlag fyri framtíðar avgerðum. 

Uppgávurnar verða m.a.:

  • Menna eitt samlað kunningardátumodell fyri samtakið
  • Menna frásagnir og seta á stovn kunningarbretti (dashboards) til ymiskar partar av fyritøkuni
  • Leggja fram úrslit og framleiða kunningartilfar
  • Ráðgeva um dátuinnsavnan og miðlan til ymsar áhugabólkar av tí vitan, ið fæst burtur úr hesum dátugrundalagi

Tú kemur at vísa til Fíggjarstjóran.

Vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi royndir at arbeiða við business intelligence, hagtølum og at framleiða leiðslufrásagnir. Tú hevur sera góðan KT førleika, men tað er eins týdningarmikið, at tú hevur gott skil fyri handilsvirksemi og búskapi. Tú ert forvitin, hevur eitt gott greinandi sinni og dugir eins væl at skilja smálutirnar sum teir stóru samanhangirnar. Tað er avgerandi, at tú megnar at samanseta dátur til vitan, ið er løtt at miðla og skilja. Vit vænta okkum ein starvsfelaga, sum er:

  • Sjálvstøðug/ur – tú hevur eina „drívmegi“ og megnar at standa á odda
  • Verkætlanarsinnaður – tú megnar at leggja eina ætlan, arbeiða eftir henni og at avgreiða hana

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

Tín fakliga bakgrund kundi til dømis verið cand.merc.dat ella cand.merc.it ella onnur útbúgving, ið fevnir um KT og virkisbúskap. Tað týdningarmesta er tó, at tú hevur ítøkiligar royndir innan økið og ein brennandi hug at menna hesar í hesum starvinum. Um tær vantar onkrar royndir, men tú harafturímóti hevur ein stóran áhuga at menna teg innan hetta arbeiðsøkið, heita vit eisini á teg um at søkja starvið.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. Umsóknarfreistin er 7. juni 2020.

Um tað eru spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Høgna Dahl Jakobsen, Fíggjarstjóra á tlf. 23 50 60 ella teldupost hodj@bakkafrost.com

Um okkum
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Harumframt hevur Bakkafrost stórt virksemi í Skotlandi og USA.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.