Sjálvgreiðslan
Skriva út
SEV
Lagt út: 19.07.21
Umsóknarfreist: 16.08.21

Tvey leiðarastørv hjá SEV

Tvey leiðarastørv hjá SEV

SEV uppraðfestir KT-økið og stovnar nýggja KT-trygdardeild. Vit sóknast tí eftir einum KT-leiðara og einum KT-trygdarleiðara.

 

KT-leiðari

Á KT-deildini starvast í løtuni trý fólk. Sum KT-leiðari vísir tú til deildarstjóran fyri fyrisiting. Tú fært ábyrgdina av KT-loysnum hjá SEV – bæði tá talan er um rakstur av verandi og menning av nýggjum KT-tænastum.

Tú fert at standa á odda fyri eini KT-deild, sum hevur ábyrgd av KT-menning og talgilding, sum er í samvirkan við viðskiftafólk, starvsfelagar og veitarar. Tí er umráðandi, at tær dámar og hevur lætt við at samskifta bæði munnliga og skrivliga.

KT-leiðarin samskiftir og samstarvar við allar deildir hjá SEV. Tú megnar at finna skilagóðar loysnir í samráð við deildirnar hjá SEV – loysnir sum geva meining og skapa meirvirðið, bæði fyri starvsfólk, deildir og SEV sum heild,   eitt nú verkfrøði deild, dugir at finna loysnir í felag, letur starvsfólkini arbeiða sjálvstøðugt og vísir teimum álit.

Uppgávur/Ábyrgdarøki

Ábyrgdarøkini eru bæði strategisk og í mun til raksturin. Vit vænta at tú ert før/ur fyri:

  • At finna loysnir á torgreiddum KT-avbjóðingum
  • At seta í verk, dagføra og viðlíkahalda KT-skipanir
  • At røkja samstarv og samstarvsavtalur við KT-veitarar
  • At leiða starvsfólkini á KT-deildini
  • At stýra rakstrarútreiðslunum
  • At orða KT-politikkir og mannagongdir

 

Vit vænta, at tú hevur eina viðkomandi KT-útbúgving. Eisini hevur tú leiðsluroyndir ella ert áhugaður í leiðslu. Tú megnar at skapa trivnað millum starvsfólkini á deildini, og gevur títt íkast til eitt mennandi arbeiðsumhvørvi. Eisini ert tú rúmlig/ur, empatisk/ur og vísir starvsfólkum álit.

Harumframt vænta vit, at tú:

 

  • hevur góð leiðsluevnir
  • hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir
  • ert virkin, eldhugaður og ert KT-hugaður
  • gongur á odda við kunningartøknini og talgilding
  • dugir at seta mál og hevur framtíðar møguleikar innan KT-tøkni frammaliga í huga

 

Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevni og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Sum KT-leiðari veitir tú ráðgeving hjá SEV,  tí leggja vit dent á góðar samskiftisf ørleikar bæði á føroyskum og enskum.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá SEV, sum eru samstarv, eldhugi og virðing.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Løn

Sambært sáttmála millum SEV og  Starvsfelagið, lønartalvan hjá Tænastumannafelagnum, lønarflokkur 36,1. Frá 1. januar 2021 er lønin 48.450, 02 kr umframt 15% í pensjón.

Arbeiðsstaður

KT-leiðarin hevur skrivstovu á høvuðsskrivstovuni á Landavegnum – arbeiðsuppávurnar eru tó um alt landið, tískil skal væntast nakað av ferðing.

 

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Boga Bendtsen, deildarstjóra fyri fyrisiting hjá SEV á tel. 286182.

                                                                 

Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til:

 

starv@sev.fo

 

Umsóknir skulu verða SEV í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. august 2021.

 

 

 

KT-trygdarleiðari

Vegna støðugt vaksandi virksemi innan KT-trygd, søkir SEV eftir einum KT-trygdarleiðara, sum skal hava ábyrgd av at skipa og hava eftirlit við KT-trygdini í fyritøkuni. Talan er um nýggja deild, og KT-trygdarleiðarin vísir til deildarstjóran fyri fyrisiting.

 

Uppgávur/Ábyrgdarøki
Fremsta uppgávan hjá KT-trygdarleiðaranum eru í høvuðsheitum at seta út í kortið og útinna eina KT-trygdarstrategi fyri føroysku el-skipanina og at tryggja KT-kervið, so upplýsingar eru goymdar sambært galdandi reglum um trúnað, at upplýsingarnar eru rættar og atkomuligar (CIA).

Hetta verður gjørt millum annað við at:

 

  • Gera váðametingar fyri KT-trygdini
  • Menna og reka trygdarskipanir
  • Virka fyri KT-trygdini sum heild
  • Arbeiða sambært einum tryggum leisti

 

Harumframt hevur KT-trygdarleiðarin ábyrgdina av eitt nú at:

  • Tryggja innanhýsis backup skipanir
  • Áhaldandi at menna trygdina í infrakervinum og samskiftiskervinum
  • Ráðgeva og sparra við leiðarar um átøk og raðfesting innan KT-trygd
  • Undirvísa starvsfólk hjá SEV um KT-trygd (security awareness)
  • Orða KT-trygdarpolitikkir og KT-trygdarmannagongdir

 

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi KT- útbúgving og fer eldhugað/ur til verka. Harumframt vænta vit, at tú:

  • ert vælskipað/ur
  • fegin lærir fegin frá tær
  • trívist bæði við sjálvstøðugum uppgávum og í toymum
  • hevur góð samskiftis – og samstarvsevni
  • dugir at seta teg inn í nýggjar skipanir
  • kýtir teg at hava hollastu vitanina í mun til at verja ímóti nýggjum veikleikum, sníkum og álopum
  • Tað er ein fyrimunur, at tann sum settur verður, hevur vitan/royndir innan OT (Operational Technology) og stýrisskipanir

 

Sum KT- trygdarleiðari veitir tú ráðgeving hjá SEV, tí leggja vit dent á góðar samskiftisførleikar bæði á føroyskum og enskum.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá SEV, sum er samstarv, eldhugi og virðing.

 

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Løn

sambært sáttmála millum SEV og  Starvsfelagið, lønartalvan hjá Tænastumannafelagnum, lønarflokkur 36,1. Frá 1. januar 2021 er lønin 48.450,02 kr umframt 15% í pensjón.

 

Arbeiðsstaður

KT-trygdarleiðarin hevur skrivstovu á høvuðsskrivstovuni á Landavegnum – arbeiðsuppávurnar eru tó um alt landið, tískil skal væntast nakað av ferðing.

 

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Boga Bendtsen, deildarstjóra fyri fyrisiting hjá SEV á tel. 286182.

 

Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til:

 

starv@sev.fo

 

Umsóknir skulu verða SEV í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. august 2021.

 

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 161 fólk eru í føstum starvi í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV fram á í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.

 

 

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna