Sjálvgreiðslan
Skriva út
Formula
Lagt út: 19.11.19
Umsóknarfreist: 16.12.19

Starv sum KT mennari hjá Formula – Fíggjarloysnir

Vit leita eftir einum ágrýtnum KT-mennara at arbeiða við fíggjarloysnini Dynamics 365 Business Central (Dynamics NAV) frá Microsoft
Tínir førleikar

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at tosa við fólk. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst.

Tú hevur lokið Hægri Handilsskúlaprógv og er datamatikari ella hevur líknandi útbúgving.
Tað er umráðandi at tú er ágrýtin, treiskur og ikki er bangin fyri at taka eina hond í, tá nógv er at gera. Harumframt er tað umráðandi at tú ert nærlagdur og loysir uppgávurnar til tíðina. Um hettar ljóðar sum tú, so er tað kanska júst tær vit leita eftir.

Vit hjálpa tær at koma í gongd við at arbeiða við okkara fíggjarloysnum. Tú kemur at arbeiða í einum dynamiskum og spennandi umhvørvi, saman við dugnaligum starvsfeløgum, ið hava fleiri ára royndir innan ráðgeving og forritan av fíggjarloysnum til fyritøkur og stovnar í Føroyum og uttanlands.

Tínar arbeiðsuppgávur

Starvið er fjølbroytt og fevnir um menning av loysnum til størri og smærri kundar innan fiskivinnuna, detail, flutningsvinnuna, byggivinnuna, kommunur og fleiri aðrar vinnugreinar.

Forrita verður í Visual Studio Code og C/AL.

Stuðlaandi og stimbrandi umhvørvi
Okkara arbeiðsumhvørvi er stimbrandi og stuðlandi. Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast. Sum partur av starvsfólkahópinum á Formula fær tú møguleika at fáa altjóða útbúgving og góðkenningar innan títt starvsøkið, tí hettar er ein fastur táttur í okkara starvsfólkamenning. Vit skipa javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið.

Tað starvast 85 fólk á Formula og miðal starvsaldurin er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.
Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning, og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving.

Umsókn
Umsókn, lívsrensl (CV) og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. desember 2019. Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Jan Berg, leiðara á Fíggjarloysnum, á tel. 244033.

Søk starvi her: https://starv.formula.fo//Application/Index/3

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.