Sjálvgreiðslan
Skriva út
BankNordik
Lagt út: 18.05.20
Umsóknarfreist: 07.06.20

Ráðgevi til Fíggjardeildina

Vit sóknast eftir einum framsøknum og eldhugaðum starvsfelaga til Fíggjardeildina í BankNordik-samtakinum, sum hevur virksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Um starvið
Sum ráðgevi á Fíggjardeildini fært tú ein spennandi og fjøltáttaðan gerandisdag. Fíggjardeildin tekur sær av øllum innanhýsis og uttanhýsis roknskapum, solvensuppgerðum, solvenstørvi, likviditetsuppgerðum, niðurskrivingum og avsetingum í BankNordik-samtakinum.
Yvirskipaða uppgávan er at taka virknan lut í fjølbroytta arbeiðinum á deildini, og arbeiðs-uppgávurnar eru m.a.:

• Fyrireiking av roknskapi og solvensdata hjá dótturfelagnum Trygd til leiðsluna, umframt innlating til myndugleikar
• Aðrar roknskapar- og fíggjaruppgávur í samtakinum, undir hesum fyrireiking av fíggjarætlan hjá Trygd

Førleikakrøv
• Tú hevur HD-roknskap, cand. merc. aud. við royndum innan grannskoðan ella aðra viðkomandi útbúgving og/ella arbeiðsroyndir
• Tú arbeiðir sjálvstøðugt
• Tú hevur góð analytisk evni
• Tú hevur ein effektivan arbeiðshátt og leggur stóran dent á, at freistir verða hildnar
• Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni

Harafturat vænta vit, at tú ert jalig/ur, fyrikomandi, loysir tínar uppgávur við nærlagni og tekur virknan lut í at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum góðum, nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært ávirkan á arbeiðshættir og mannagongdir.
Tú verður partur av einum fakliga sterkum og eldhugaðum toymi, ið umsitur fíggjarviðurskiftini fyri alt samtakið. Tú fært sostatt innlit í føroysk, donsk og grønlendsk fíggjarviðurskifti.
Setanartreytir verða avtalaðar eftir royndum og førleikum.

Umsókn
Tú søkir starvið her: https://www.banknordik.fo/privat/um-okkum/starv-i-banknordik/leys-stoerv/leys-stoerv-i-fo/radgevi-til-figgjardeildina 

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 7. juni 2020.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Cecil Weihe, fíggjarleiðara, cw@banknordik.fo, tlf. 330 345, ella Rune Nørregaard, fíggjar- og kredittstjóra á run@banknordik.fo, tlf. 330 442.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.