Sjálvgreiðslan
Skriva út
Gjaldstovan
Lagt út: 10.09.21
Umsóknarfreist: 26.09.21

Lærlingur til KT Landsins

Vilt tú ogna tær eina góða útbúgving í einum spennandi og avbjóðandi KT umhvørvi? Vit leita eftir einum lærlingi til yrkisútbúgvingina sum KT supportari. Lærutíðin er tvey og eitt hálvt ár, har tú luttekur í dagliga arbeiðinum á KT Landsins og gongur í skúla í Danmark í styttri tíðarskeið. Í lærutíðini verður arbeitt við teimum mest brúktu KT forritunum, servarum og neti, alt við denti á at veita eina góða tænastu.  

Uppgávurnar hjá KT Landsins  
KT Landsins hevur um hendi uppgávuna at samskipa og miðsavna KT hjá landsins stovnum. KT Landsins veitir landsins stovnum felags KT undirstøðukervi, nevnt Landsnet. 57 stovnar við á leið 2.400 brúkarum og 1.500 teldum eru á Landsneti í dag.  

Tænasturnar í Landsneti fevna m.a. um at: 

  • hýsa og reka servarar og net
  • seta upp teldur hjá brúkarum
  • ráðgeva og samskipa innan KT
  • veita brúkarahjálp
  • umsita brúkarar
  • veita KT trygd

Starvsinnihald 
Sum lærlingur skalt tú hjálpa at reka Landsnet og komandi Skúlanet. Talan verður um uppgávur innan  hard- og software og net. Tað er týdningarmikið, at tú er fyrikomandi og leggur dent á at veita góða tænastu. 

Førleikar 
Tú skalt hava lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans og hava áhuga í KT. Harumframt er tað ein fyrimunur at duga væl enskt, tí brúkaravegleiðingar og skúlatilfar eru ofta á enskum.  

Setanarviðurskifti 
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið og er lønt í 3. lønarflokki. Fyrstu seks mánaðirnar er lønin kr. 12.645,09 um mánaðin, næsta árið kr. 15.174,11 um mánaðin og síðsta árið kr. 17.703,13 um mánaðin. Eftirlønin er 15%. 

Talan er um útbúgvingina, sum á donskum eitur IT Supporter. Lærutíðin er tvey ár og seks mánaðir, og skúlagongdin er í Danmark. 

Umsókn 
Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skalt tú senda til starv@gjaldstovan.fo  

Meira kunning um starvið fært tú við at venda tær til Birgir av Steinum deildarstjóra, á tlf. 792499 ella við telduposti birgir@gjaldstovan.fo  

Umsóknarfreistin er 26. september kl. 10.00.  

Gjaldstovan er skipað í trý høvuðsøki: KT Landsins, Løn & Bókhald Landsins og Talgildu Føroyar.
Vit eru áleið 70 starvsfólk og 10 teirra í KT Landsins. Vit húsast í Albert Hall á Argjum, har vit hava góðar arbeiðsroyndir, og døgurði fæst til keyps. Vit leggja dent á, at starvsfólk trívast og mennast. Vit skipa javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og tú fert at starvast í einum framfýsnum umhvørvi saman við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna