Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Smyril-Line
Lagt út: 15.02.21
Umsóknarfreist: 07.03.21

KT- umsitari til Smyril Line

Smyril Line sóknast eftir einum dugnaligum KT-umsitara at byrja skjótast gjørligt.

KT-umsitingin hevur ábyrgd av at tryggja at allar KT-skipanir rigga (bæði á landi og sjógvi), verða dagførdar regluliga og lúka øll krøv innan KT-trygd. Sum partur av KT-umsitingini verður tín uppgáva at røkja og vera við til at menna hjálpar- og tænastuvirksemi í KT deildini hjá Smyril Line.

Um tú hevur hollar royndir úr líknandi starvi, ert tænastusinnað/ur og hevur áhuga í at arbeiða í einari vaksandi og fjøllbroyttari fyritøku, so er tað tær vit leita eftir.

Vit ímynda okkum at tú hevur førleikar og royndir innan fleiri av hesum økjunum:

  • Windows desktop (innlegging, uppseting)
  • Windows Server (OS, Roles)
  • Office 365 (Online og Desktop)
  • Exchange (Online, onPrem)
  • Mail Security
  • Printer
  • Netverk (VPN, satelitt-samskifti)
  • Backup, Veeam
  • EndPoint Proteection (Sophos EP)
  • Mobile (Basic konfig, VPN / EPP / mail)
  • Ritbúnað til end-user

Tín vangamynd:

  • Tú hevur royndir at arbeiða við KT-umsiting og support
  • Tú hevur royndir við rakstri av Windows server og AD-umsiting
  • Tú hevur hollar royndir við PC sum koyra við Windows. Royndir við Mac er ein fyrimunur
  • Tú hevur royndir at arbeiða í Office365 umhvørvi (herundir samstarvstól sum Sharepoint, Project, Planner, Teams vm.)
  • Tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta á enskum og føroyskum, bæði á skrift og talu
  • Tú ert álítandi og ábyrdgarfull/ur og hevur sjálvstøðugt og miðvíst arbeiðslag

Vit bjóða
Eitt spennandi starv, har tú fært møguleikan at vera við til at menna eina KT-deild og fyritøku, sum er í vøksturi. Eitt starv har tú fær nýggjar og spennandi avbjóðingar á hvørjum degi, og somuleiðis møguleikan at læra um og arbeiða við ymiskum og nýggjum forritum og skipanum.

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála og avtalu.

Freistin at søkja er 7. mars 2021. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tú søkir starvið við at senda eina umsókn til starv@smyrilline.fo. Vinaliga viðmerk “KT- umsitari” í evnisteigin.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Eyðun Hentze Højgaard, KT- og menningarleiðara, á telefon 345929 ella á eydun@smyrilline.fo.

Um Smyril Line
Smyril Line eigur størsta ferðamannaskipið í Norðuratlantshavi, nevniliga Norrönu. Harumframt eru cargoskipini Mykines, Akranes, Eystnes, Hvítanes og Mistral. Smyril Line hevur skrivstovur í Føroyum, Danmark, Ísland, Holland og Týskland. Smyril Line eigur og rekur Hotel Hafnia umframt Hotel Brandan, sum lat dyrnar upp 1. juli 2020.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna