Sjálvgreiðslan
Skriva út
Kringvarp Føroya
Lagt út: 04.11.19
Umsóknarfreist: 14.11.19

KT-starv í Kringvarpi Føroya

Vit sóknast eftir einum royndum og dugnaligum mennara til eitt 2-ára tíðaravmarkað starv á KT-deildini. KT-deildin tekur sær
av rakstri, viðlíkahaldi og menning av KTøkinum í Kringvarpinum.

STARVIÐ
Títt fokusøki verður í høvuðsheitum at forrita á web-pallum. Uppgávurnar fevna eitt nú um:
● At menna heimasíðuna hjá KvF
● At menna og umsita innanhýsis skipanir.
● At menna skipanir í sambandi við, at søvnini í KvF verða digitaliserað.
● At verða við í arbeiðinum at íverkseta nýggja og menna verandi tøkni.

TÍNIR FØRLEIKAR
● Tú hevur viðkomandi útbúgving og/ella drúgvar royndir innan forritan.
● Tú hevur hollar royndir innan Microsoft og Linux.
● Tú kennir væl hugtøk so sum PHP, C# og Jquery.

TÍNIR EGINLEIKAR
● Fyrst og fremst ert tú eldhugaður í KTfakinum.
● Tú hevur áræði at seta teg inn í nýggja tøkni.
● Tú ert røkin, fryntlig/ur og hevur góð samstarvsevni.
● Tú kann arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í toymi.

VIT BJÓÐA
● Eitt spennandi arbeiði við skiftandi uppgávum.
● Eitt starv við møguleikum at menna seg innan miðlatøkni.
● At tú er partur í einum góðum fakligum toymi, har tú lærir nógv nýtt.

SETANARTREYTIR
Starvið verður sett sum skjótast, ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er 14. november, og umsóknir skulu sendast til umsokn@kvf.fo

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kára Poulsen, tøknileiðara, á telefon 296676 ella teldupost: kpo@kvf.fo
__________________________________________________________________________________________________________

Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini. Kringvarpsstjórin stjórnar stovninum við
tilvísing til stýrið, ið telur sjey limir. Virksemið verður fíggjað við kringvarpsgjaldi og inntøkum frá kunngerðum, ískoytisveitingum og
eydnuspølum. Kringvarp Føroya hevur fýra deildir: Aktuelt, Mentan, Tøkni og Fyrisiting. Umleið 80 fólk eru í føstum starvi á stovninum.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.