Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Betri Banki
Lagt út: 12.02.21
Umsóknarfreist: 08.03.21

KT-leiðari til Betri Trygging

Vit søknast eftir einum dugnaligum leiðara til KT- og menningardeildina í Betri Trygging. Hevur tú drúgvar royndir innan leiðslu, talgilding, menning og rakstri av KT-loysnum, so er tað møguliga tær vit leita eftir.

Sum leiðari á KT- og menningardeildini fært tú ein spennandi gerandisdag. Umframt dagligu leiðsluna av starvsfólkunum, sum taka sær av menningarverkætlanum, rakstri, support og trygd,  fært tú eisini ábyrgdina av strategiskari planlegging í mun til okkara talgildu strategi og at tryggja framtíðar menning innan økið.

Starvið
Sum KT-leiðari hevur tú ábyrgd av øllum KT-loysnum hjá Betri Trygging og Betri Pensjón. Hetta umfatar bæði rakstur og menning av nýggjum KT-tænastum.

Tú fert at arbeiða í tøttum samstarvi við okkara tænastueindir og verður okkara tvørgangandi samstarvslið millum KT og ynskir og tørv frá forrætningini. Tú fert at standa á odda fyri eini KT- og menningardeild, sum hevur ábyrgd av KT-menning og talgilding, sum ávirkar bæði kundar, starvsfelagar og samstarvspartnarar. Deildin er liður í øllum menningartilgongdum – frá hugskoti til íverksetan. Tí hevur tað týdning, at tú trívist í einum umhvørvi har nógvir bóltar eru í luftini samstundis – og motiverast av at fáa bóltin í mál.

Ábyrgdarøki

Tíni yvirskipaðu ábyrgdarøki verða:

  • At skilja og lýsa tørv og ynskir frá forrætningini
  • At finna loysnir á torgreiddum KT-avbjóðinum hjá forrætningini
  • At tryggja at loysnir hanga saman við okkara yvirskipaðu talgildu visión
  • At samskipa og leiða tvørfakligar verkætlanir og tryggja, at tær koma á mál
  • At menna okkara KT-strategi, soleiðis at hon nøktar tørvin hjá okkara kundum og samstarvsfelagum – bæði nú og frameftir
  • At stýra rakstrarútreiðslunum, bæði fyri deildina og verkætlanirnar

Umframt fakligu og fíggjarligu ábyrgdina av økinum, hevur tú eisini starvsfólkaábyrgd.

Vit ynskja ein leiðara, ið:

Verður við til at mynda talgildu strategiina, hevur leiðsluroyndir, megnar at skapa trivnað millum starvsfólkini á deildini, og kann tryggja eitt gott samstarv við. Tú hevur eisini eina viðkomandi kandidatútbúgving.

  • At tú hevur góð leiðsluevnir og royndir
  • At tú hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir
  • At tú ert virkin og forvitin innan økið
  • At tú gongur á odda við kunningartøkini og talgilding
  • At tú dugur at hugsa við framtíðini í huga
  • At tú hevur hevur royndir við verkætlanarleiðslu

Vit bjóða:

  • Eitt fjølbroytt og avbjóðandi leiðarastarv í einari spennandi fyritøku, sum er í støðugari menning
  • Eitt leiðarastarv í eini fyritøku við greiðum málum, virkisfúsum starvsfólkum og góðum arbeiðsumstøðum
  • Eina fyritøku við ítøkiligum kjarnuvirðum, har vit eru álítandi, áhugað og fyrikomandi
  • Eina kappingarføra løn við góðum setanartreytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari førleikamenning

Tú verður partur av víðkaða leiðslubólkinum og hevur tilvísing til forstjóran. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni á Kongabrúnni í Tórshavn.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingunn Eiriksdóttir, forstjóra, á 34 86 48 / ingunn@betri.fo ella Rannvá Justinussen, HR-leiðara á 34 85 75 / rju@betri.fo

Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum. Umsóknir við lívsrensli og avriti av prógvum skulu sendast til starv@betri.fo í seinasta lagi mánadagin 8. mars kl. 12.00.

— — —

Stutt um KT- og menningardeildina
KT- og menningardeildin er mannað við 7 dugnaligum starvsfólkum. Uppgávurnar fevna um menningar- og rakstrarverkætlanir, ráðgeving, talgilding, support og trygd. KT-deildin umsitur eisini kjarnuskipanina (TIA) og aðrar skipanir í tøttum samstarvi við veitarar. Okkara høvuðsveitarar eru NCDC og Elektron.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna