Sjálvgreiðslan
Skriva út
Munin
Lagt út: 01.11.19
Umsóknarfreist: 01.12.19

KT-fólk til Munin

Starvsfólk til at forrita, hagreiða dátur og seta skipanir upp.

Starvið:
Í einum spennandi og fjølbroyttum starvi verður arbeitt saman við hinum KT-starvsfólkunum at hagreiða og skipa dátur til at nýta í skipanum, sum verða mentar og tillagaðar í samstarvi við brúkaran.

Uppgávurnar geva loysnir til hvønn krók í Føroyum á landi og sjógvi. Uppgávur eru eisini  uttanlands. Loysnirnar skulu geva okkara viðskiftafólkum álítandi, væl skilligar, snøggar og brúkaravinarligar loysnir til talgildar miðlar. Staðseting er eitt afturvendandi evni í uppgávunum, sum fevna breitt. Arbeitt verður fyri tað mesta í Windows umhvørvi.

Førleikar:

Tú hevur sum okkara komandi starvsfólk:

  • førleika at forrita, hagreiða dátur, arbeiða við dátugrunnum og seta loysnir upp til ymsar talgildar miðlar
  • førleika at arbeiða við Python, HTML og Javascript
  • førleika at arbeiða við dátugrunnum, serliga PostgreSQL og MS SQL Server
  • viðkomandi útbúgving innan KT- ella verkfrøði
  • fyrimun við at hava grafiskt tev
  • fyrimun við førleika at arbeiða við ritbúnaði frá ESRI

Løn og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært avtalu.

Um Munin:
Á Munin arbeiða seks starvsfólk. Vit arbeiða við landmáting, projektering umframt á starvsøkinum KT og GIS. Starvsøkini eru støðugt ment síðan fyritøkan varð stovnað í 1998. Fyritøkan leggur dent á trivnað og framhaldandi menning hjá starvsfólkunum.

Skrivstovan er á Dalastígi 7 í Tórshavn.
Nærlagni er í okkara stevnumiði.

Umsókn:
Umsóknin kann sendast til munin@munin.fo ella latast inn á skrivstovuni.

Meir fæst eisini at vita við at seta seg í samband við John Zachariassen á telefonnummar 293600 ella við at skriva til jz@munin.fo.

Umsóknarfreistin er 1. desember 2019.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.