Sjálvgreiðslan
Skriva út
TelduTænastan
Lagt út: 31.10.19
Umsóknarfreist: 30.11.19

Hey tú hon sjálv ella hann sjálvur!

Nýggj og lekkur høli og ein fyritøka í rúkandi ferð – vit leita eftir tær, sum vil vera við á ferðini. Tú kemur at vera partur av handilstoyminum. Um tú ikki hevur vitan ella royndir innan øki, so fell ikki í fátt – vit ynskja eisini at hoyra frá tær!
Tínar uppgávur verða m.a. hesar:
• Søla av KT, skrivstovulutum, skrivstovuinnbúgvi og mangt annað
• Ráðgeva kundar innan alt fyrifallandi
• Aðrar fyrifallandi uppgávur

Vit vænta, at tú:
• Ert smílandi, blíð/ur og fyrikomandi
• Hevur áhuga fyri sølu og handli
• Hevur áhuga fyri KT og tøkni ella ynskir at læra og menna teg innan øki
• Ert fleksibul og klárar at arbeiða skiftandi tíðir
• Ert væl skipað/ur og røkin
• Kann arbeiða sjálvstøðugt
• Hevur koyrikort
• Hevur Studentsprógv, FHS, HH ella tilsvarandi

Vit bjóða:
• Eitt arbeiðspláss í rúkandi menning, har trivnaður er høgt raðfestur
• Tú verður partur av einum toymi, har tú hevur ávirkan og sleppur at seta tín dám áhandilin
• Upplæring innan KT á sera høgum støði

Løn og setanartreytir:
Talan er um eitt lærupláss, ið verður lønt sambært lærusáttmálanum.
Hevur tú spurningar til starvið, ber til at ringja til Kenneth Hovgaard, privatkunda- og handilsleiðara, á telefon 217403.

Umsókn við próvskjølum skal sendast til kh@tt.fo seinast mánadagin 30. novembur.

Vit ynskja at tú byrjar 02. Januar 2020 ella skjótast gjørligt.

Um TelduTænastuna:
TelduTænastan veitir KT-útgerð, -skipanir, og -tænastur til privat og vinnuna. Umframt KT, selja vit eisini skrivstovulutir og skrivstovumøblar. Somuleiðis kunnu vit sum nakað nýtt veita ávaringarskipanir, vakmyndatól og elektroniskar lásaskipanir. Í dag húsast í alt 21 starvsfólk í TelduTænastuni.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.