Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Nema
Lagt út: 11.12.20
Umsóknarfreist: 29.01.21

Ert tú okkara nýggi undirstøðukervisráðgevi?

Nema leitar eftir einum nýhugsandi og eldhugaðum serfrøðingi við stinnari tøkniligari vitan um undirstøðukervi, sum kann bjóða okkara kundum dygdargóða ráðgeving.

Starvið inniber at sniðgeva, menna og íverkseta loysnir fyri Nema og harvið fremja týdningarmikil ískoyti til tøkniliga geiran í Føroyum.

Sum undirstøðukervisráðgevi veitir tú tøkniliga vegleiðing, útinning, ráðgeving og umsiting av tænastum, meðan tú tryggjar, at skipanir og tænastur eru hentar hjá kundanum at nýta. Starvið krevur góða kundarøkt. Vit vænta av tær, at tú hevur áræði til at fara undir ta nýggjastu tøknina og harvið leypandi at menna tínar førleikar – við okkara stuðli.

Ábyrgdir

  1. At veita ráðgeving á aðru og triðju linju til uttanhýsis og innanhýsis kundar.
  2. At tryggja reglusemi í avtalaðum tilgongdum og mannagongdum.
  3. At tryggja góðsku í útflýggjaðum tænastum og harvið kundanøgdsemi.
  4. At taka lut í verkseting av innanhýsis og uttanhýsis verkætlanum.
  5. At samstarva við og stuðla starvsfeløgum við troubleshooting trupulleikum.
  6. At sýna støðuga framgongd í mun til tøkniliga vitan og førleikar.

Førleikar, vitan og royndir
Vit leita eftir tær, sum hevur yrkisroyndir við Linux og/ella Windows servaragrundaðum stýrisskipanum. Um tú hevur góðar royndir við tveimum ella fleiri av niðanfyristandandi, so er tað júst tær, vit leita eftir.

  1. Hypervisors (vSphere o.s.fr.)
  2. Veeam
  3. Automation (Ansible o.s.fr.)
  4. Cloud native infrastructure
  5. Windows Server 2016+
  6. Linux
  7. pfSense
  8. Software defined storage
  9. Log collection systems
  10. Nginx & HAProxy
  11. ZFS

Aðrir førleikar

  1. At hava eina professionella tilgongd.
  2. At útvega fyrstafloks kundatænastu við at veita kundanum loysnir til allar trupulleikar.
  3. At vera førur fyri at menna tøknilig sambond við týdningarmiklar áhugapartar.
  4. At vera skipaður og førur fyri at raðfesta røttu uppgávuna.

Persónligir eginleikar

  1. At vera eldhugaður um tøkni og hava ídnan áhuga í tøkniligari framgongd.
  2. At vera ein liðleikari – samstarvssinnaður og førur fyri at luttaka í verkætlanartoyminum.
  3. At vera sjálvstøðugur og megna at útflýggja úrslit við lítlum eftirliti.
  4. At vera ein trupulleikaloysari, sum er miðsavnaður um loysnir.
  5. At vera ein góður samskiftari.
  6. At hugsa uttan fyri kassan.

Um Nema
Vit eru ein vinarlig, miðvís og framsøkin fyritøka.

Vit leita eftir dugnaligum og eldhugaðum starvsfólki at koma uppí okkara vaksandi toymi.

Í okkara fyritøku verður tú partur av einum samstarvssinnaðum serfrøðingatoymi við møguleikanum at menna eina lønandi yrkisleið á tøkniliga økinum. Vit eggja til nýskapan, hugskot og at framhaldandi menna okkara starvsfólk.

Vit vilja vera í støðugari menning og gera hvønn dag betri enn í gjár – sama um tað snýr seg um persónliga framgongd, at samstarva sum eitt toymi ella kundatænastu.

Tíðarfreist
Seinasta freist at lata umsókn inn er fríggjadagin 29. januar.

Samband
Umsókn við próvskjølum skal sendast til recruitment@nema.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna