Sjálvgreiðslan
Skriva út
Formula
Lagt út: 16.07.21
Umsóknarfreist: 23.08.21

Ert tú okkara nýggi fullstack-mennari?

STARVIÐ
Á Formula uppliva vit øktan eftirspurning eftir okkara tænastum, bæði í Føroyum og uttanlands. Í hesum sambandi hava vit tørv á royndum “full stack”-mennara.

Á Formula er tað úrslitið, sum telur. Fyri at røkka bestu úrslitunum, er menningararbeiðið skipað eftir einum føstum leisti – frá staðfesting av tørvi til lidna loysn. Tú verður partur av einum fullfíggjaðum menningartoymi við verkætlanarleiðarum, greinarum, sniðgevum og mennarum. Her sleppur tú at gera tað, tú dugir best.

Starvið gevur tær góðar møguleikar at arbeiða við nýggjastu tøknini. Harafturat fært tú spennandi avbjóðingar við skiftandi uppgávum í einum góðum arbeiðsumhvørvi í tøttum samstarvi við dugnaligar starvsfelagar.

TÍNIR FØRLEIKAR
Tú hevur fakliga viðkomandi útbúgving og hevur hollar royndir við menning í C# og ASP.NET.  Tað er ein fyrimunur, um tú eisini hevur royndir við JavaScript, HTML, CSS og MS-SQL. Harumframt er tað ein fyrimunur, um tú hevur góðar førleikar innan bæði frontend- og backend menning.

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at tosa við fólk. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst. Tú ert skipað/ur í tínum arbeiði og ert vanur/von at arbeiða við samansettum uppgávum. Tú dugir at skipa uppgávurnar í smærri eindir, ið verða loystar við atliti til heildina.

STUÐLANDI OG STIMBRANDI UMHVØRVI
Okkara arbeiðsumhvørvi er stuðlandi og stimbrandi. Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Tílík tiltøk eru við til at tryggja, at miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða tó fegin eftir rætta viðkomandi.

UMSÓKN
Umsókn, lívsrensl (CV) og viðkomandi skjøl skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. august 2021. Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Ragnar Joensen, verkætlanarleiðara, á telefon 344039 ella Gert Joensen, deildarleiðara, á telefon 344098.

Søk her

STUTT UM FORMULA
Formula er millum fremstu heildarveitarar av kunningartøkni til stovnar og fyritøkur í Føroyum. Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Á Formula vita vit, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan og raðfesta tað fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemið er skipað í serdeildir.

Á Formula starvast uml. 90 fólk, og vit hava deildir í Tórshavn, Runavík og Klaksvík. Afturat hesum hava vit hølir í Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparlig úrslit og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningar.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna