Sjálvgreiðslan
Skriva út
Elektron
Lagt út: 26.03.21
Umsóknarfreist: 20.04.21

Elektron søkir eftir royndum forritara við tev fyri snildum loysnum

Hevur tú royndir við .Net, C# og Angular? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Virksemið í Elektron er alsamt vaksandi. Vit leita tí eftir fleiri dugnaligum forritarum til menningardeildina hjá Elektron. Elektron verður í dag mannað av fólki ið fakliga spenna víða, og sum virka í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi millum skiftandi uppgávur.

Vit vænta av tær, at tú lýkur eitt ella fleiri av hesum krøvum:

  • Tú hevur viðkomandi útbúgving, og/ella fleiri ára royndir innan KT.
  • Tú hevur royndir við .Net og C#
  • Tú hevur royndir við Angular
  • Tú hevur royndir við Umbraco
  • Tú hevur royndir við Java/Oracle

 Tú hevur fyrimun um:

  • Tú hevur royndir við lønarskipanum
  • Tú hevur certificeringar, sum styrkja tínar førleikar.
  • Tú hevur royndir við og dámar at arbeiða í SCRUM toymum.

Vit kunnu bjóða tær:
Tú verður partur av eini fyritøku, ið mennir og rekur samfelagskritiskar skipanir fyri eina røð av kundum á Føroyska marknaðinum. Tú fert at arbeiða við fjølbroyttum menningar- og viðlíkahalds-uppgávum, ið krevja kreativar loysnir, skjóta levering og høgt trygdarstøði.

Á Elektron raðfesta vit arbeiðsumhvørvið og trivnaðin. Tú kanst vænta tær eitt dámligt og óformelt samskifti við tínar starvsfelagar, har øll eru til reiðar at stuðla tær í tínum arbeiði.

Lønin verður avtalað í mun til royndir og útbúgving.

Um Elektron
Elektron er millum landsins størstu KT-veitarar á Føroyska marknaðinum. Umframt at menna og viðlíkahalda skipanir, bjóða vit tænastur so sum hýsing, Mínrokning, KT-trygdartænastur og Print og pakking.

Á Elektron starvast 59 fólk, harav 28 fólk í menningardeildini. Elektron veitir tænastur til almennar stovnar, bankar og tryggingarfeløg, privatar fyritøkur og kommunur.

Elektron hevur eina árliga sølu á uml. 80 mió.kr.

Umsókn:
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hans Petur Weihe, á tlf. 295107, ella t-post: hansp@elektron.fo.

Vit ynskja at seta starvið skjótast til ber. Umsókn skal sendast til hr@elektron.fo.

Umsóknarfreistin er 20/4-2021

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna