Sjálvgreiðslan
Skriva út
Bakkafrost
Lagt út: 12.02.20
Umsóknarfreist: 02.03.20

Bakkafrost søkir eftir OT-tøkningi

Bakkafrost søkir eftir starvsfólki til rakstrartøkni (Operation Technology) á KT-deildini

Vit søkja eftir OT-tøkningi til toymi, ið hevur antennu- og kameraskipanir á alibrúkum um hendi. Talan er um alibrúk í Føroyum og í Skotlandi. Sum starvsfólk á KT-deildini fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini fyritøku í støðugari menning.

Arbeiðsøki
Sum OT-tøkningur 
ert tú partur av KT-deildini og hevur ábyrgd av menning, viðlíkahaldi og support av rakstrartøkni á alibrúkum, m.a.:

  • Tráðleysum samskiftisskipanum

  • Kameraskipanum

  • Verkætlanum

OT-tøkningurin vísir til KT-leiðaran.

Tín vangamynd
Vit vænta at tú hevur kunnleika til tráðleysar samskiftisskipanir, eitt nú Ubiquity, og til kameraskipanir, eitt nú Milestone. Eisini er gott, um tú hevur kunnleika til KT og netverk, men hetta er tó ikki eitt krav. Viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Tú ert eitt nú radiomekanikari, elektronikkmekanikari, elektrikari ella hevur útbúgving innan KT.

Vit vænta, at tú hevur koyrikort og dugir væl at orða teg á føroyskum, donskum og enskum, bæði í skrift og talu og ert handalig/ur.

Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Eisini leggur tú stóran dent á gott samskifti innanhýsis og uttanhýsis. Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku í menning.
 Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Starvið verður sett sum skjótast.

Meira at vita
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Kristian Eli Zachariasen, KT-leiðara, á tel. 23 50 70 ella við t-brævi til 
kez@bakkafrost.com.

Umsókn
Tú søkir starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin 
er 2. mars 2020.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um okkum
Tað starvast 6 fólk á KT-deildini og arbeiðsuppgávurnar eru sera fjølbroyttar. KT er í dag partur av framleiðsluskipanum, fíggjarstýringsskipanum, sporførisskipanum, samskiftisskipanum, scadaskipanum, alarmskipanum, aliskipanum og øðrum skipanum. Uppgávan hjá KT-deildini er at menna og viðlíkahalda hesar skipanir.

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

www.bakkafrost.com

Søk starvið her

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.