Sjálvgreiðslan
Skriva út
Bakkafrost
Lagt út: 03.10.19
Umsóknarfreist: 20.10.19

BAKKAFROST søkir eftir KT-tøkningi

Hevur tú stóran áhuga fyri KT og leitar eftir nýggjum avbjóðingum? So er hetta starvið til tín! Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi - tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða.

Arbeiðsøki
Sum KT-tøkningur ert tú partur av dagliga arbeiðinum á KT-deildini. Tað starvast 6 fólk á KT-deildini og arbeiðsuppgávurnar eru sera fjølbroyttar. KT er í dag partur av framleiðsluskipanum, fíggjarstýringsskipanum, sporførisskipanum, samskiftisskipanum, scadaskipanum, alarmskipanum, aliskipanum og øðrum skipanum. Uppgávan hjá KT-deildini er at menna og viðlíkahalda hesar skipanir.

Arbeiðið kann vera á øllum økjum í samtakinum, men seliga á alibrúkum og á høvuðsskrivstovuni á Glyvrum. Uppgávurnar eru m.a.:

  • Support til deildir og starvsfólk í samtakinum

  • Íverksetan, viðlíkahald og menning av Microsoft skipanum, kjarnuneti, infrakervi og tráðleysari samskiftistøkni í Bakkafrost samtakinum

  • Samskipan, íverksetan og viðlíkahald av skipanum tilknýttar alibrúkum

  • Luttakan í verkætlanum

KT-tøkningurin vísir til KT-leiðaran.

Tín vangamynd
Vit søkja ein royndan persón við viðkomandi útbúgving og royndum. Tað kann vera útbúgving innan KT við góðum førleikum til praktiskt arbeiði, installeringar og el. Talan kann eisini vera um útbúgving innan el við royndum og førleikum innan KT. Tað er ein fyrimunir, at tú hevur kunnleika til fylgjandi tøkni:

  • Microsoft skipanir, t.d. sertifisering sum MCSE ella MCSA

  • Cisco skipanir, t.d. sertifisering sum CCNA ella CCNP

  • Tráðleysar samskiftisskipanir

  • KT trygdarskipanir

  • El og stýringar (PLC)

  • Forritan

Vit vænta, at tú hevur koyrikort og dugir væl at orða teg á føroyskum, donskum og enskum, bæði í skrift og talu.

Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Eisini leggur tú stóran dent á gott samskifti innanhýsis og uttanhýsis. Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Starvið verður sett sum skjótast.

Meira at vita
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Kristian Eli Zachariasen, KT-leiðara, á tel. 23 50 70 ella við t-brævi til kez@bakkafrost.com.

Umsókn
Umsóknarfreistin er 20. oktobur 2019.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

www.bakkafrost.com

 

 

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.